Samhaldsfasti skal vera pensjónsálitið

Samhaldsfasti skal vera álitið í eini framtíðar eftirlønarskipan.

 

Tað halda tey í Føroya Arbeiðarafelag, skrivar Sosialurin.

 

Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag ásannar, at tað hevur leingi verið stórur ótryggleiki um ftirlønirnar í framtíðini.

 

– Undanfarna samgonga framdi eitt stórt inntriv í allar pensjónir við at forskatta tær við 40 prosentum, og tað er ein dýr søga fyri verkafólk, tí nú fara vit at fáa 1000 - 1500 krónur minni í pensjón um mánaðin.

 

Sjálvbodna eftirlønin hjá Føroya Arbeiðarafelag er nú komin upp á 10 prosent, sum verður goldin av arbeiðsgevaranum.

 

– Nú vit hava fingið nýggja samgongu er gjaldið til Samhaldsfasta hækkað 0,5 prosent frá hvørjum parti. Gjaldið frá arbeiðsgevara og løntakara er nú 2,25 prosent í part, og sostatt er gjaldið til Als tilsamans 4,5 prosent av øllum lønum, sum verða goldnar.

 

Útg jaldið úr Samhaldsfasta er í ár 3910 krónur um mánaðin.

 

– Okkara sannføring hevur altíð verið, at tað er Samhaldsfasti, sum er tann rætta eftirlønarskipanin fyri verkafólk, sigur Georg Hansen sambært Sosialinum.

 

– Tað eru nógvir fyrimunir við Samhaldsfasta, eitt nú verða inntøkur ikki mótroknaðar, og allir borgarum fáa sama útgjald.

 

– Harafturat er grunnurin bíligur og einfaldur at umsita, tí øll rinda í prosentpart í grunnin og øll fáa sama krónutal út úr grunninum, sama hvussu nógv, ella hvussu lítið, tey hava goldið í hann, sigur Formaðurin í Føroya Arbeiðarfelag.