Samhaldsfasti mist 25 milliónir

Føroyski eftirlønagrunnurin er ikki sloppin snikkaleysur undan fíggjarkreppuni, men tey hava ansað væl eftir pengunum og tí er missurin ógvuliga avmarkaður

Samhaldsfasti Eftirlønargrunnurin hevði ikki so stórt avkast í fjør, sum hann vildi havt undir vanligum umstøðum.

Sostatt mugu vit staðfesta, at heldur ikki føroyski eftirlønargrunnurin er sloppin snikkaleysur undan fíggjarkreppuni, sum herjar allan heimin.

Men skaðin er ógvuliga avmarkaður, tí stýrið fyri grunnin hevur lagt stóran dent á at ansað væl eftir pengunum, nettupp fyri at vansin fyri at missa pengar, skal vera so lítil, sum gjørligur.


25 milliónir minni

Sigurd Poulsen, formaður í stýrinum fyri arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin, sigur við Sosialin, at hóast fíggjarkreppa herjar allan heimin, hevur grunnurin havt eitt lítið avkast í fjør.

Men hann staðfestir, at avkastið er einar 25 milliónir minni, enn tað hevði verið undir vanligum umstøðum.

Sostatt hevur kreppan kostað grunninum 25 milliónir í fjør. Men Sigurð Poulsen sigur, at orsøkin til, at missurin ikki er størri, er, at stýrið hevur havt ein ógvuliga varnan politikk á hesum økinum.

Fíggjarognin hjá grunninum er einar 500 milliónir krónur og tær standa lutvíst á bók, lutvíst í lánsbrøvum og lutvíst í partabrøvum.

- Øll sum fáast við partabrøv í hesum døgum hava ásannað, hvussu stórur vandin fyri at missa pengar er, sigur Sigurð Poulsen.

Men hann staðfestir eisini, at missurin, sum føroyski eftirlønargrunnurin hevur havt, er ógvuliga lítið aftur ímóti tapinum hjá øðrum eftirlønargrunnum..

- Aðrastaðni hava eftirlønargrunnar beinleiðis mist ein hóp av pengum. Hjá okkum snýr tað seg bara um tað, at avkastið er 25 milliónir minni enn tað hevði verið undir vanligum umstøðum og hóast avkastið er minni enn vanligt, er kortini talan um eitt lítið avkast.

Sostatt er arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin í eini heilt øðrvísi og betri støðu enn so nógvir aðrir grunnar.


Mist avkast

Sigurð Poulsen sigur, at eini 7-8% av fíggjarognini hjá grunninum stendur í partabrøvum, men fyri at spjaða vágan, er peningurin settur í nógv ymisk partabrøv.

- Partabrøvini, sum grunnurin eigur, eru fallin gott 40% í virði í fjør. Men afturfyri hevur restin av pengunum, sum stendur í lánsbrøvum og á bók, givið so frægt, at tilsamans er talan um eitt lítið avkast upp á umleið 0,5%.Vanlig ár plaga avkastið at vera umleið 4%.

Sigurð Poulsen sigur, at statslánsbrøv realkreditt-lansbrøv eru trygg lánsbrøv.

Hann heldur ikki, at støðan, sum nú er íkomin, gevur orsøk til at endurskoða politikkin hjá grunninum.

- Vit endurmeta støðuna alla tíðina, men vit halda, at vit hava verið rættiliga varin og vit halda ikki, at orsøkin er til at broyta grundregluna, vit arbeiða eftir. Tað er vági í virðisbrøvum og tí spjaða vit virðisbrøvini fyri av avmarka tapsvandan mest gjørligt, sigur Sigurð Poulsen.