Hetta úttalilsið varpar aftur ljós á tað óhepna í, at løgtingið stýrir grunninum.
Tað vilja altíð verða populistiskir politikarir, sum vilja royna at vinna sær nøkur bílig poeng við tílíkum útsagnum.
Lat grunnin liva sítt egna lív eftir einari endamálsorðing og lat tey, sum rinda til grunnin, umsita hann. Partarnir á arbeiðsmarknaðinum.
So verður samhaldsfasti eftirlønargrunnurin ikki brúktur ella misbrúktur í tíð og ótið av flokkum ella av einstøkum politikarum.
Lat okkum standa saman um og styrkja samhaldsfasta eftirlønargrunnin, sum eitt gott samhaldsfast ískoytið til tað almennu fólkapensiónina.