Samhaldsfasti er á skránni í dag, men í veruleikanum snýr kjakið seg um, hví broytingar verða gjørdar í pensjónsmálunum nú.
Meirlutin í fíggjarnevndini mælir til at samtykkja broytingarnar, meðan andstøðan undrast á, at hesar broytingar verða gjørdar nú, samstundis sum tosað verður um eina nýggja pensjónsskipan, sum allir flokkar eftir ætlan skulu standa saman um.
Kári P. Højgaard, Nýtt Sjálvstýri, segði, at hesar broytingar, sum verða gjørdar nú, bert hava til endamáls at flyta útreiðslur frá fíggjarlógini til samhaldsfasta.