- Fíggjarkreppan, sum herjar um allan heim, er enn eitt prógv um, at tær ultimativu hugsjónirnar ikki eru førar fyri at bera samfelagsvirðunum uppi. Vit sóu tað í 1989, og vit síggja tað nú. Tær hava so ruddiliga spælt fallit, men hava tó megnað at senda rokningina víðari til onnur at gjalda.
Hetta staðfestir Javnaðarflokkurin í eini landsfundarsamtykt, sum varð samtykt á landsfundinum í Klaksvík um vikuskiftið.
Flokkurin staðfestir, at hetta støðuga uppáhaldið, at felagsskapurin er eitt haft um beinini á tí einstaka, at sjálvdráttur er betri enn felags stev, at privatiseringar altíð eru av tí góða, og at liberalisman skapar varandi virðir og vøkstur, riggaði ikki.
- Bløðran brast. Tað er nú prógvað og sligið fast við sjeytumma seymi. Tí eru nú boð eftir hugsjónum, ið kunnu leggja lunnar undir eitt veruligt sjálvberandi vælferðarsamfelag í vøkstri, sigur flokkurin.
- Altjóða marknaðarbúskapurin skal ganga lið um lið við tí samhaldsfasta samfelagnum - ikki yvirtaka samfelagið. Henda kósin er okkara - hetta er tann sosialdemokratiski arvurin.
Landsfundurin fegnast eisini um, at Javnaðarflokkurin framhaldandi er í samgongu, og at tað í samgonguskjalinum millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Fólkaflokkin eru hópin av góðum og grundleggjandi javnaðarmálum, sum tikið verður til.
- Endamálið í samgonguskjalinum er at føra ein sterkan, samhaldsfastan politikk í øllum landinum, við denti á altjóðagerð eins og lívfrøðiligari burðardyggari fiskivinnu. Hetta er ein broyting í mun til undanfarna ABC-skjal.
Alment virksemi tryggjast
Landsfundurin er eisini samdur um, at hóast málið er at fáa avlop á fíggjarlógini sum skjótast, er neyðugt, at tað almenna tryggjar virksemið kring landið og tryggjar, at grundleggjandi kjarnutænasturnar eru óskalaðar, sjálvt um hetta merkir hall einstøk ár.
- ALS útgjaldið skal hækka og tryggja virðilig kor fyri tey, ið nú verða rakt av tilfeingis- og fíggjarkreppu.
Samstundis skal umskúling og førleikamenning vera tøk fyri øll, ið gerast arbeiðsleys.
Flokkurin er eisini samdur um, at størri partur av inngjaldinum til Samhaldsfasta verður útgoldin teimum, sum eru pensjónistar í dag, samstundis sum grunnurin framhaldandi skal styrkjast fíggjarliga.
- Tað er rætt at fara undir ein samhaldsfastan kommunalreform, soleiðis at øll øki í landinum hava javnbjóðis møguleikar. Flokkurin heldur tað vera neyðugt at viðgera spurningin, hvussu vit kunnu hjálpa mest skuldarbundnu kommununum sambært neyvt ásettum reglum.
Landsfundurin fegnast eisini um samhaldsfasta tiltakið, at veita Íslandi eitt gjaldførislán.
Flokkurin heldur eisini, at vit mugu gera neyðugar broytingar í verandi fiskivinnuskipan, so hon verður lívfrøðiliga, umhvørvisliga og fíggjarliga burðardygg.
Tað er framleiðslukipanin, sum tryggjar bestu góðsku og fyrireikingar skulu gerast til at skipa keyp og sølu av fiskirættindum á fiskidagamarknaði.
Harafturat heldur Javnaðarflokkurin, at tað er neyðugt at endurskoða allar sosialar skipanir, soleiðis at tær altíð gagna teimum, ið veruliga hava tørv á samhaldsføstum veitingum.
- Játtanir til heimarøkt og aðrar heilsutænastur eiga í størri mun at koma brúkarunum til góða og øll útbúgvingarskipanin eigur at verða styrkt munandi og lagað til teirra, sum hava serligan tørv. Granskingin eigur at verða styrkt – eisini vinnugranskingin, mentanarlívið eigur at verða ment og virðismett sum eitt aktiv í framburði landsins, sigur javnaðarflokkurin









