Samgongustríðið herðist

Formligi landssstýrisfundurin fyrrapartin í gjár varð brádliga avlýstur. Orsøkin var eitt bræv, sum løgmaður sendi Høgna Hoydal úr London beint áðrenn fundin. Løgmaður metir samgongusamstarvið vera brotið, um Høgni Hoydal, sum virkandi løgmaður, avgreiðir uppskotini um fólkaatkvøðu

 

Stríðið í samgonguni um leiðina fram móti føroyskum fullveldi harðnar alsamt.

Formligi landsstýrisfundurin, sum Høgni Hoydal, virkandi løgmaður, hevði boðað frá klokkan níggju gjáramorgunin varð brádliga avlýstur, tá allir landsstýrismenninir vóru komnir á fund. Seinni varð fundurin ásettur at byrja á middegi, og uppaftur seinni varð fundurin útsettur til klokkan 13.

Orsøkin til ruðuleikan var eitt bræv, sum Anfinn Kallsberg, løgmaður, sendi Høgna Hoydal úr London beint fyri fundin.

Í brævinum ger Anfinn Kallsberg greitt fyri Høgna Hoydal, at hann metir tað, sum at samgongusamstarvið er sagt upp, um Høgni Hoydal leggur lógaruppskotið um fólkaatkvøðu fyri tingið, meðan løgmaður er burturstaddur.


Harraboð

Høgni Hoydal staðfesti í fjølmiðlunum týskvøldið, at hann ætlaði sær at halda tær avtalur, sum eru gjørdar í samgonguni. Hetta kann tulkast, sum at Høgni Hoydal hevur ætlað sær at fáa uppskotið í tingið meðan løgmaður er burtur. Høgni Hoydal hevur nevniliga sagt, at avgerðin hjá løgmanni, um at uppskotið ikki skal fyri tingið, er brot á gjørdar avtalur.

Løgmaður segði við Internetsosialin týskvøldið, at hann hevði fingið at vita, at Tjóðveldisflokkurin tvíheldur um, at uppskotið um fólkaatkvøðuna skal í tingið.

? Fer Tjóðveldisflokkurin niðan í tingið við einum uppskoti, sum hann veit, ikki kemur ígjøgnum, so biður hann um trupulleikar, og tað er júst tað, sum vit hava roynt at sloppið undan, segði løgmaður við Internetsosialin.

Hesum boðaði løgmaður Høgna Hoydal frá formliga í brævinum gjáramorgunin, og var tað hetta, ið gjørdi, at landsstýrisfundurin varð útsettur.


Deadline klokkan 16

Klokkan 16 í gjár var seinasta freist í hesi tingsetuni hjá landsstýrinum at leggja lógaruppskot fyri tingið. Tí var ætlaði formligi landsstýrisfundurin í gjár ein ógvuliga týdningarmikil fundur.

Talan var um 28 mál, sum skulu avgreiðast úr landsstýrinum áðrenn klokkan 16. Fýra av hesum uppskotunum átti Høgni Hoydal, og snúu tey seg millum annað um fólkaatkvøðuna.

Tískil var tað ósemjan millum løgmann og Høgna Hoydal, sum forðaði fyri, at hini 24 málini vórðu viðgjørd á landsstýrisfundi fyrrapartin í gjár. Hetta skapti ógvuliga stóra ónøgd millum landsstýrisumboðini hjá Fólkaflokkinum, sum harðliga mótmæltu framferðini hjá Høgna Hoydal.

Tá Sosialurin fór til prentingar á middegi í gjár var enn ikki greitt, um nakar landsstýrisfundur varð hildin. Heldur ikki bar til at fáa fatur á Høgna Hoydal.

Heini O. Heinesen, formaður í tingbólki Tjóðveldisfloksins, sigur tó, at støðan næstan kann metast, sum at løgmaður hevur sagt samgonguna upp.

? Men løgmaður torir ikki sjálvur at boða frá, at samgongan verður søgd upp. Tí brúkar hann Javnaðarflokkin sum jarnbrot, fyri at fáa Tjóðveldisflokkin at siga hana upp, sigur Heini O. Heinesen.

Sosialurin skilir, at ítøkiligt samband framvegis er millum Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin um politisku støðuna. Løgmaður skuldi í gjárkvøldið flúgva úr London til Keypmannahavnar. Formaðurin í Javnaðarflokkinum, Jóannes Eidesgaard, er eisini staddur í Keypmannahavn, men vit vita einki um, at teir báðir skulu hittast. Løgmaður flýgur heim til Føroya í morgun.