Samgongustevið viknar

Fíggjarmálaráðharrin, Jóannes Eidesgaard, er vónbrotin av útsøgnini hjá Magna Laksafoss, sum skýrir landsstýrismannin í fíggjarmálum fyri at nápa politiskar loysnir frá øðrum, og lýsir Javnaðarflokkin at vera ráðaleysan og máttleysan. Ikki gott fyri samgonguna, sigur Jóannes Eidesgaard

- Hetta er ikki serliga motiverandi fyri samgonguna. Eg eri sera vónbrotin av útsøgnini hjá Magna Laksafoss. Hevði hann um ikki annað verið reellur. Hann veit væl, at viðurskiftini ikki eru soleiðis, sum hann sigur, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jóannes Eidesgaard.

Jóannes Eidesgaard sigur, at tað kom ikki sørt óvæntað á hann, at verða álopin av tingmanninum hjá Sambandsflokkinum, sum Javnaðarflokkurin situr í samgongu við.

- Tað er givið, at vit hava stórar avbjóðingar fyri framman, og tær mugu vit tora at diskutera. Vit hava nógvar útreiðslur á fíggjarlógini, sum eru gamlar loysnir, ið kosta, og vit skulu fáa skil á búskapinum, áðrenn vit seta okkum sum mál at fáa yvirskot á fíggjarlógini, sigur fíggjarmálaráðharrin.

Hann leggur afturat, at ein partur av arbeiðnum hjá núverandi fíggjarmálaráðharra, er at rudda upp eftir Magna Laksafoss. At fáa greiði á málum, ið hann ikki sjálvur megnaði at fáa, tá hann sjálvur sat sum fíggjarmálaráðharri.

- Eg eri ikki vanur við slík álop í eini samgongu, og tað er sjálvsagt, at eitt slíkt álop ikki tænir eini samgongu best. Sum løgtingsmaður má hann sjálvsagt kunna siga sína meining, men so skuldi hann hildið seg til veruleikan. Vit hava stórar avbjóðingar fyri framman, og tað er neyðugt at standa saman nú, sigur Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum.


Sambandsflokkurin tekur frástøðu

Kaj Leo Johannesen kunngjørdi í lesarabrævi í gjárkvøldið, at hann og Sambandsflokkurin taka frástøðu frá útsøgnini hjá Magna Laksafoss. Hann sigur við Sosialin í dag, at hann samstarvið heldur fram við góða stevinum, og at mann í einum flokki má virða hvønn annan. Hvørt útsøgnin fær avleiðingar fyri Magna Laksafoss, vil Kaj Leo Johannessen ikki gera viðmerkingar til. Hann vísir til tíðindaskriv, har hann kunngerð at hann og Sambandsflokkurin taka frástøðu frá útsøgnini hjá Magna Laksafoss.


Hvat er skeivt?

Magni Laksafoss stendur inni fyri hvørt orð, hann sigur í greinini við ákoyringunum á fyrrverandi løgmann. Tað er kortini eitt, ið undrar hann.

- Eg eri staddur í Stockholm í løtuni, men havi skilt at løgmaður eftir fund við flokkin tekur frástøðu frá tí, eg sigi í greinini. Eg má tí spyrja nær hesin fundurin hevur verið í flokkinum, har hann og Sambandsflokkurin hava tikið avgerð um at taka frástøðu frá mínum sjónarmiðum. Tí eingin annar kennir til hasa niðurstøðuna, hann kemur við. Og harafturat kundi eg hugsað mær at fingið at vitað hvat er galið við míni útsøgn. Hetta hevur verið diskuterað bæði í flokkinum og í fíggjarnevndini. Hetta er sannleikin, sigur Magni Laksafoss.

Fyrrverandi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum er kortini ikki serliga vónbrotin av frástøðuni hjá løgmanni.

- Eg hevði ikki tær stóru vónirnar. Men alt passar, sum eg skrivi í greinini. Vit í Sambandsflokkinum kunnu ikki liva við óskilinum í fíggjarmálaráðnum, sigur Magni Laksafoss.