Samgongustevið skal betrast

Fyrradagin høvdu landstýrisfólk fund um, hvussu stevið í samgonguni kann betrast

Nógvar ábendingar hava seinastu tíðina verið um, at stevið í samgonguni ikki hevur verið av tí besta. Hetta ásanna landsstýrislimir, og tí høvdu løgmaður, varaløgmaður og heilsumálaráðharrin fyrradagin fund um, hvussu berast kann í bandi, fyri at betra um stevið í samgonguni.

Helena Dam á Neystabø sigur, at talan var um ein góðan fund, har høvi var at skifta orð um nógv ymsik ting. Millum annað varð avgjørt, at landsstýrið skal halda fleiri fundir, so ymisku landsstýrismenninir innanhýsis kunnu siga sína hugsan um tey ymisku málini, ið eru frammi. Hetta skal forða fyri, at óneyðugar ósemjur í samgonguni koma fram á løgtingsfundum.

Eitt av málunum, ið ósemja er um í samgonguni, er málið um endurnýggjan av fiskiskipaflotanum. Fiskivinnumálaráðharrin hevur skotið restini pørtum av samgonuni í skógvarnar bert at hugsa um síðu eitt í samgonguskjalinum og ikki um onnur týdningarmikil mál. Hetta er eisini nakað, ið varð viðgjørt á fundinum millum landsstýrisfólkini mánadagin.

Helena Dam á Neystabø er vís í, at úrslitið av fundinum verður eitt betri stev í samgonguni, og vísir hon á, at hóast samgongulimir standa í hvør sínari politisku legu, er neyðugt at samstarva so væl, sum gjørligt.