Stutt fyri kl 10 fóru teir tríggir flokkarnir, sum samráðast um at skipa samgongu, aftur á fund
Løgmaður segði í gjár, at ætlanin var at hava samgonguskjalið liðugt skrivað á midnátt, so farast kundi undir at redigera tað í dag. Men hendan ætlan helt ikki, tí flokkarnir vóru ikki komnir á mál.
Stutt fyri kl 10 í morgun sessaðust Javnaðarflokkurin, Tjóðveldið og Miðflokkurin aftur við samráðingarborðið í løgtinginum, og nú verða teir noyddir at koma á mál, tí tíðin rennur undan.
Tá samgonguskjalið er fingið upp á pláss, er eftir at býta málsøki og kjósa landsstýrisfólk.
Enn er ógreitt, hvussu nógv landsstýrisfólk verða, men hugsandi er, at Javnaðarflokkurin fær trý, harav ein er løgmaður, at Tjóðvldið fær fýra og Miðflokkurin eitt.
Eitt realistiskt boð upp á løgtingsformann er Hergeir Nielsen.