Samgonguskjal millum Sambands­flokkin, Fólka­flokkin, Miðflokkin og Sjálvstýrisflokkin

Búskaparsemjan
Føroyska samfelagið hevur stórar búskaparligar avbjóðingar. Tí má stýrast við skili og fastari hond, so Føroyar koma væl ígjøgnum hesar avbjóðingar, uttan at vælferðin verð­ur sett í vanda. Málið er ein sjálv­berandi búskapur. Fyritreytin fyri einum góðum samfelag fyri øll er búskaparvøkstur, ið tryggjar vælferðina. Samgongan hevur sett sær fyri at fáa yvirskot á fíggj­arlógina í seinasta lagi 2016. Lang­tíðarfíggjarætlanir verða gjørdar bæði fyri rakstur og íløgur.

Fíggjar- og búskapar­politikkur
Ein varin og miðvísur búskapar­poli­tikkur skal rekast. Samlaðu út­reiðslurnar á samtykta játtanar­karminum fyri 2012 – 2016 skulu haldast.
Bygnaðarbroytingar skulu ger­ast fyri at fáa búskapin á beint aftur. Almenna húsarhaldið verður innrættað, so mest møguligt fæst fyri hvørja krónu. Smærri almennir stovnar verða lagdir saman í effektivari eindir. Hædd verður tikin fyri økjum kring landið.
Vinnuvøkstur skal skapast, og birtast skal upp undir nýggjar og nýskapandi vinnur. Endamálið er at skapa støðugan búskaparvøkstur.
Samráðingar verða við donsku stjórnina um at dagføra ríkis­veit­ingina til dagsvirði. Av hesum og komandi árligu økingini av ríkis­veitingini verða 15% av vanligu meir­inntøkum landskassans mót­roknaðar í økingini.
Samráðingar vera millum lands­stýrið og donsku stjórnina um end­urgjald fyri skatt av útisiglarum (DIS).
Samráðingar vera við donsku stjórnina um eina greining av pen­ingarenslinum millum Føroyar og Danmark. Greiningin skal verða liðug 31. dec. 2012.
Samráðingar verða tiknar upp við tí fyri eyga at gera nýggj­ar og endurskoða galdandi dupult­skattaavtalur.
Skattingin av føroyingum, sum arbeiða uttanlands, verður endur­skoðað.
Fyri at tað altíð skal loysa seg at arbeiða, verður ein flatskatta-skipan sett í verk. Hon hevur ein skattafrían botnfrádrátt á 65.000 krónur og 20% í landsskatti av inntøkum millum 65.000 og 600.000. Inntøkur yvir 600.000 kr. rinda 5% eyka av upphæddini millum 600.000 og 1 mió og 10% eyka av upphæddini yvir 1 mió. kr. Hetta ávirkar ikki kommunuskattin.
Pensjónsnýskipanin verður sett í gildi tann 1. januar 2013, tó verður lóg um inngjaldið sett í verk frá 1. januar 2012.
Pensjónsuppsparing verður skatt­að við inngjald.
Har til ber, verður lóggáva lagað til føroysk viðurskifti, so hon verður lættari og einfaldari at umsita.
Játtanarskipanin verður endurskoðað, so at stovnar, sum hava avlop, ikki verða revsaðir. Møgu­leikarnir fyri útveiting av almennum tænastum og einskiljing av almennum fyritøkum verða út­greinaðir.
Útbjóðingarportalur verður settur á stovn sum skjótast. Starvs­fólka- og setanarpolitikkurin hjá tí almenna skal endurskoðast.
Í sambandi við at øki verða flutt frá landi til kommunur, fylgir peningur við. Sáttmáli verður gjørd­ur millum partarnar, sum tryggjar, at samlaða skattatrýstið ikki økist.
Fyri at foreldur betur kunnu leingja barnsburðarfarloyvi, eigur at verða heimilað kommununum at rinda part av kostnaðinum fyri stovnspláss til foreldrini, velja tey at ansa egnum barni/børnum heima.
Fyri at fjøltátta og bøta um møguleikarnar, verður samsýningin fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima endurskoðað.
Samgongan virðir og ynskir framhaldandi at stuðla tað megn­ar arbeiði, sum sjálvbodnir felags­skapir hvør á sínum øki gera kring land okkara.

Vinnu– og fiski­vinnu­politikkur
Hildið verður fram við yvirskipaða vinnupolitikkinum at skapa vinn­uni góðar og støðugar karmar, so­leiðis at verandi fyritøkur fáa best møguligar fortreytir at menna seg. Tað skal vera lagaligt hjá nýggjum fyritøkum at koma fyri seg og somuleiðis áhugavert hjá útlendingum at gera íløgur í Føroyum.

Menning av alivinnuni
Hildið verður fram við tilgongdini at víðka um verandi aliøki, og møguleikarnir fyri aling á opnum havi verða kannaðir víðari.
Kannast skal, um einkarætturin hjá Apotekinum at selja heilivág til alivinnuna eigur at halda fram.
Dentur skal leggjast á gransking innan fyri alivinnuna.

Burðardygg fiskiveiða
Umsitingarætlanin frá 24.10.2011 verður grundarlag und­ir við­gerð­­ini av framtíðar regu­ler­ing­um av fiskiskapinum av høv­uðs­fiska­sløg­unum, toski, hýsu og upsa.
Greiður ræðisrættur verður knýttur at veiðiloyvum, fiskidøgum og kvotum. Samgongan saman við fakfólkum ger við útgangsstøði í loyvistreytunum í alilóggávuni upp­skot um, hvussu ein tíðarav­mark­að/rullandi skipan verður gjørd.
Fyri at tryggja arbeiðspláss í Føroyum verða nærri ásetingar gjørdar, sum tryggja, at sum mest av fiski kemur upp á land í Føroyum. Avreiðingargjald verður lagt á allan óvirkaðan uppisjóvarfisk, sum ikki fer um føroyskan kaikant. Undantiknar eru landingar til før­oysk móðurskip.
Tilfeingis-/loyvisskattur, líkur tí sum er galdandi fyri 2011, verður lagdur á eyka stóran vinning hjá alivinnu og fiskiskipum. Hesin skattur fer í landskassan.
Fult gjøgnumskygni skal valda í eigaraviðurskiftunum í høv­uðs­vinnuni.
Vinnan skal frítt leggja sína veiðu til rættis og laga sítt virksemi til tøkar veiðimøguleikar.
Krøv skulu setast til góðsku og úrtøku av okkara fiskatilfeingi.
Royndarveiða skal fara fram eftir ávísum fiskasløgum í samráð við Havstovuna.
Fiskivinnulóggávan verður dag­førd og gjørd einfaldari og skal leggjast fyri politisku skipanina til støðutakan í 2012.
Brúksskylda á fiskirættindum skal setast í verk.
Møguleikarnir hjá heimaútróðri­num skulu betrast. Í hesum sam­bandi verður regluverkið gjørt smid­ligari. Øki, ið eru friðað fyri at verja ungfisk, verða endurskoðað saman við vinnuni, eins og kunn­gerðin um treytir fyri at vera full­rikin útróðrarbátur verður endurskoðað.
Havstovan ger saman við vinnuni árinskanningar og lýsir, hvussu friðingar hava ávirkað stongdu økini.
Ásett verður upphædd til fiski­vinnumenning á landi. Áherðsla verður løgd á at vinna Føroyum rættindi í altjóða millumlanda sam­ráðingum.
Gjørd verður ætlan saman við vinnuni fyri gagnnýtslu av gørnum, rogn og livur hendan ætlan verður liðug 1. jan. 2013.

Menning av matvøruvinnu
Granskingarelaterað matvøruút­búgv­ing verður sett á stovn.

Sjóvinna
Ætlan verður løgd fyri, hvussu Før­oyar kunnu bjóða seg fram at gerast ein altjóða sjóvinnu-, tænastu- og útbúgvingardepil.

Landbúnaðurin
Hildið verður fram at dagføra landbúnaðarlóggávuna.
Málið er, at vit í størri mun gerast sjálvbjargin innan framleiðslu av landbúnaðarvørum og fóðri.
Arbeiðið at varðveita før­oysk húsdjór verður raðfest framm­ar­laga.

Ferðavinna
Ferðaráð Føroya ger saman við ferðavinnuni ætlan fyri menning og marknaðarføring av Føroyum sum ferðavinnulandi áðrenn 1. mai 2012.
Skipanin við ferðaavgjøldum verður endurskoðað.

Vinnugransking
Saman við vinnuni virkar almenni myndugleikin fyri at skapa um­hvørvi fyri nýmenning, har bio­tøknilig og onnur gransking fær góð­ar karmar at virka undir. Sam­gongan leggur stóran dent á at seta gongd á hetta virksemið og at lyfta sín part av uppgávuni.

Almennur innkeyps- og útbjóðingarpolitikkur
Lóg um almennan innkeyps- og útbjóðingarpolitikk verður sett í gildi í 2012.

Talgild undirskrift
Arbeiðið við talgildari undirskrift heldur fram.

Elektroniska undirstøðukervið
Fyri áhaldandi menning av okkara samfelag verða íløgur í elektroniska undirstøðukervið/fipur raðfest høgt.

Seming
Gerast skal nýggj semingslóg, sum fevnir um allan arbeiðsmarknaðin.

Menningarmøguleikar – vitanarstørv
Virkað verður fyri einum meira fjøltáttaðum vinnubygnaði fyri at geva føroyska búskapinum fleiri bein at standa á.
Settur verður serfrøðingabólkur frá vinnuni og tí almenna at viðgera og gera tilmæli um, hvørjar íløgur krevjast, so samfelagið kann fáa fleiri vitanarstørv í Føroyum. Hægri útbúgvingar, ið eru viðkomandi fyri føroyskt vinnulív, verða styrktar.
Miðað verður eftir at menna vinnuligan vøkstur m.a. við:
• gransking og menning innan kunningartøkni, heilsugransking, ílegu- og biotøkni
• áhaldandi íverksetaraátøkum saman við vinnuni, Íverksetarahúsinum og Mentamálaráðnum
• førleikamenning av arbeiðsmegini
• betri marknaðaratgongd
• útlendskum íløgum
• betri hagtalsgrundarlagi
• kappingarførari FAS skipan
• styrktari vinnugransking

Byggivinnan
Almennar útbjóðingar verða lagd­ar soleiðis tilrættis, at føroyskar fyritøkur hava ein veruligan møgu­leika at bjóða seg fram. Í lang­tíðarløguætlan verður høvuðs­dentur lagdur á at seta pening av til arbeiðsskapandi verkætlanir.
Nýggj byggilóggáva verður gjørd.

Orkupolitikkur
Heildarætlanin fyri orku- og el­veiting er grundarlagið undir fram­tíðarútbyggingum innan orkuøkið.
Samráðingar skulu takast upp við kommunurnar, har mið­að verður eftir at finna eina fram­tíðar­loysn viðvíkjandi SEV.
Fjarskiftisøkið
Virkað verður fyri størri kapping á fjarskiftismarknaðinum, so økið áhaldandi mennist til gagns fyri brúkaran.
Spurningurin, um Netfelagið skal leggjast uttan fyri rakstrarfelagið, skal viðgerast.

Javnstøða
Virkað verður fyri javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum, í politikki og samfelagnum annars.

Útbúgving og mentan
Ein góður skúli er grundarsteinurin í samfelagnum. Landsins skúla­skapur skal tryggja øllum holla útbúgving, handaliga sum andaliga, har øll skulu hava møguleika at vinna sær útbúgving. Skúlin skal framhaldandi byggja á kristna siðalæru og føroyska mentan.

Fólkaskúlin
Spurningurin um at lækka undir­vísingarskylduna til 6 ára aldur verð­ur lýstur. Næmingatillaga und­ir­­vísing skal styrkjast.
Miðað verður eftir størri skúla­eindum við atliti at menning av fakliga og námsfrøðiliga um­hvørvinum. Hædd verður tó tikin fyri, at smáir skúlar á útoyggj halda fram.
Tilboðini til børn við serligum tørvi skulu betrast.
Tænasturnar hjá Sernáms­depli­num og almannaverkinum verða samskipaðar.
Arbeiðið við námsætlanum og próvtalsstiga heldur fram.
Samstarvið millum barnagarð, skúla og foreldur verður styrkt við millum annað fráboðanarskyldu.
Ítøkiligar menningarætlanir verða gjørdar til næmingar við serligum tørvi. Eftirútbúgving av lærarum skal framhaldandi rað­festast. Privatskúlar og eftirskúlar skulu stuðlast og mennast.

Miðnámsskúlin
Arbeiðið við at endurskoða mið­námsskúlaútbúgvingarnar heldur fram.
Næmingar á miðnámsskúlunum skulu hava møguleika fyri at samanseta sína egnu miðnáms­skúlaútbúgving.
Ástøðiligt og praktiskt pæda­gogikum skal raðfestast. Víðkað tilboð verða givin ungum við ser­ligum tørvi. Endurskoðan av yrkisútbúgvingum heldur áfram.

Vaksnamannaundirvísing
Fjøltáttaðir møguleikar fyri vaksna­­mannaútbúgvingum eiga at verða skaptir. Arbeitt verður við førleikamenning og lívslangari lær­ing, eisini fyri ófaklærd.
Arbeiðsbólkur verður sett­ur at kanna møguleikarnar og grund­arlagið fyri útbúgv­ingar­til­boði innan framleiðslu og snið­geving av ulla- og skinnvørum.

Hægri lestur
Føroyar skulu gerast ein al­tjóða miðdepil fyri maritimar út­­­búgvingar. Útbúgvingarnar á vinnu­háskúlanum skulu uppstigast til bache­lor og masterstig. Møguligt skal vera at taka gjald fyri at taka útbúgvingar á vinnuháskúlanum (útlendingar).
Lestrarstuðulsskipanin verður endurskoðað m.a. við atliti at fjarlestri og ÚSUN- skipanini. Fjar­lestur skal skipast.
Møguleiki skal framhaldandi eisini vera fyri at taka maritimar útbúgvingar uttan krav um mið­nám.
Lóg um privat universitet skal gerast. Vit skulu liva upp til øll altjóða krøv, tá umræður hægri lesnað. Føroyar skulu gerast partur av Bologne-avtaluni.
Fróðskaparsetrið skal styrkjast sum altjóða hægri lærustovnur. Námsfrøðilig gransking skal samskipast á Fróðskaparsetrinum.
Góðkendar útbúgvingar tiknar í øðrum londum skulu eisini verða góðtiknar í Føroyum, um tær liva upp til okkara krøv.
Inntøkujavningin av lestrar­stuðlinum verður endurskoðað.

Gransking og menning
Samgonguflokkarnir taka undir við tiltøkum og átøkum, sum eru nevnd í álitinum ”Vitan og vøkstur”.
Týdningarmikið er at raðfesta granskingarætlanir, sum kunnu menna og skapa eitt fjølbroyttari vinnulív. Verkætlanir, sum eru í gongd, skulu gerast lidnar.
Vísindaráðið heldur fram.
Umsitingin av teimum ymisku granskingarjáttanunum skal end­urskoðast.
ES-samstarvið innan gransking heldur fram.

Mentan og ítróttur
Lagdur verður dentur á at skapa góðar karmar fyri mentan, list og ítrótt.
Samgongan vil í mest møguligan mun við góðum viðurskiftum stuðla tí týðandi sjálvbodna ar­beiði, sum ÍSF, ÍSB, ítróttarfeløg, skótar, heimavirkis- og ítrivsfeløg, samkomur og einstaklingar gera fyri at menna børn og ungdóm.
Kunnleiki til okkara livandi søgu, føroyskan dans, myndandi list, heimavirki, tónleik, bókmentir og skaldskap eigur at verða styrktur, og í samstarvi við musikk­skúlaskipanina verður tónleika- og sangmentan okkara styrkt í fólkaskúlanum.
Miðað verður eftir at stuðla føroyskum limaskapi í millumtjóða ítróttarfelagsskapum eins og lut­tøku í millumtjóða kappingum.
Føroyar eiga at vera sjónligar í altjóða ítróttarsamstarvi, taka ábyrgd og hýsa altjóða tiltøkum. Arbeitt verður framhaldandi fyri føroyskum limaskapi í IOC.
Frítíðarfelagsskapir verða stuðl­aðir í sambandi við millumtjóða virksemi. Miðað verður eftir at stuðla úrvalsítrótti og úrvals­ítrótt-arfólki.
Føroyskt mál skal styrkjast. Samgongan fer at arbeiða fyri at fylgja tilmælunum frá Mál­stevnu­nevndini. Føroyskt mál eigur at koma inn á fartelefonir og teldur.
Ein heildarmeting verður gjørd av Kringvarpi Føroya, og lóg­ar­verkið verður endurskoðað. Fram­leiðsla av margmiðlatilfari (spølum, videofilmum o.ø.) til børn eigur at verða stuðlað.

Fólkakirkjan
Arbeiðið við6 at gera føroyskt lógarverk heldur fram í samstarvi við allar partar í Fólkakirkjuni.

Almannamál
Málið er at byggja á førleikar held­ur enn forðingar, at tryggja fólki við breki og sálarsjúku eitt virkið og sjálvstøðugt lív og at veita endurbúgving, arbeiðsbúning, ar­beiðsvegleiðaraskipan, har vit seta borgaran í miðdepilin.
Endurvenjing skal setast á stovn til fólk, sum eru rakt av sjúku ella skaða.
Samgongan ætlar miðvíst at betra arbeiðs- og inntøkumøguleikar hjá borgarum við skerdum førleika. Almenni setanarpolitikkurin skal taka hædd fyri, at almennir stovnar seta fólk við skerdum førleika í starv.
Fleiri vardir bústaðir skulu út­vegast.
Arbeiðast skal tvørpolitiskt og tvørfakligt á øllum samfelagsstigum fyri at tryggja fólki við breki sama rætt til útbúgving, menning, arbeiði, bústað og eitt vanligt arbeiðs- og gerandislív.
Borgarin skal hava eina heild­ar­tænastu uttan mun til, hvør myndugleiki hevur ábyrgd.
Lóg um valdsnýtslu verður gjørd.
Útlendingar og teirra pen­sjónsviðurskifti verða greinað.
Nýggj forsorgarlóg verður gjørd.
Bøtt verður um korini hjá støk­um uppihaldarum.
Kvinnuundirskotið skal takast í stórsta álvara.

Eldrapolitikkur
Árið 2012 verður útnevnt til at vera ár teirra eldru.
Setast skal ein arbeiðsbólkur við m.a. umboðum fyri tey eldru at gera ein eldrapolitikk við heild­arætlan fyri innihaldið í tæn­astuni. Dentur skal leggjast á, at tænastan í størst møguligan mun stuðlar upp undir lívsgóðskuna og sjálvsavgerðarrættin hjá tí einstaka.
Tilboðini á eldraøkinum verða veitt við støði í eini heildarmeting av tørvinum hjá tí einstaka og við tí fyri eyga, at hin einstaki kann vera heima sum longst.
Visitering til heimahjálp skal víðkast til eisini at fevna um heimavenjing, ergo- og fysioterapi, fyri at fólk kunnu vera longur virkin.
Heimahjálpin skal styrkjast. Upptøkureglur til vard dagtilhald, sambýli og røktarheim skulu sam­skipast. Miðvís ætlan fyri demens­økið verður løgd. Eldraøkið verður lagt út til kommunurnar 1. januar 2014.

Barnavælferð
Skipast skal eitt tilboð/barnahús til børn, sum hava verið kynsliga misbrúkt. Verandi arbeiðið á økin­um verður framhaldandi stuðlað.
Heildartilboð eigur at bjóðast børnum og ungum við serligum tørvi: bústaðar-, menningar-, skúla-, arbeiðs- og frítíðartilboð.
Áðrenn farið verður í 1. flokk, eigur tørvur hjá sjónveikum, hoyri­veikum, orðblindum o.ø. at verða staðfestur.
Verkætlanin um harðskap í parlagi skal eisini fevna um kyns­ligan ágang.
Virksemið hjá Løgtingsins Um­boðsmanni verður víðkað til eisini at fevna um eftirlit innan barnavernd og fólk, ið búgva á sambýli og røktarheimi.

Heilsumál
Í heilsuverkinum skal tvørgangandi, samanhangandi sjúklingaviðgerð mennast í tøttum samstarvi millum sjúkrahúsini, aðrar partar av heilsu­verkinum og serviðgerðina uttan­lands.
Sjúkrahúsini skulu útbyggjast sambært langtíðarløguætlanini, og støða verður tikin til, hvørjar funktiónir skulu verða á hvørjum sjúkrahúsi. Arbeiðast skal fyri styttri bíðilistum.
Psykiatriska viðgerðin má menn­ast gjøgnum samanhangandi sjúk­lingaviðgerð við tí endamáli at veita skjóta hjálp.
Ein greiður rúsdrekka – og rúsevnapolitikkur skal orðast sum skjótast.
Heilsugransking verður ment til gagns fyri sjúklingar og til menning av eitt nú ílegugransking sum vinnugrein.
Sjúkraváttanirnar verða broytt­ar, so tær eisini lýsa, hvat sjúk­lingurin hevur førleika til at gera, heldur enn bara at lýsa, hvat hann ikki kann.
120 daga-reglan í dagpengalógini skal endurskoðast, so møguleiki er at søkja um undantak. Fyribyrging verður ment við fólkaheilsuátøkum, fyribyrgjandi kanningum og kunn­ing.
Ráðgeving í fosturtøkuspurn­ing­inum verður styrkt við serkønum á hesum øki.

Innlendismál
Føroysk rættarskipanarlóg skal gera­st. Revsilógin skal lagast til føroysk viðurskifti. Reglur um sektorábyrgd verða tilevnaðar. Nýggj byggilóg, sum tekur hædd fyri føroyskum viðurskiftum, verð­ur gjørd. Lóg um barnaváttanir verður framd.
Útlendingamál verða yvirtikin. Setast má í verk ein skipað inte­grasjón av útlendingum í Før­oyum.

Samferðslumál
Samgongan er samd um, at ein langtíðarløguætlan verður gjørd fyri 1. apríl 2012. Í hesi lang­tíðarætlan, sum fevnur um árini frá 2012 til 2024, verða raðfestar ætl­anir, sum kunnu skapa vøkstur og trivnað um alt landið.
Millum hesar verkætlanir eru: vegakervi, skúlabygging, tunn­ils­gerð, sjóvegis samband og onnur samferðsluviðurskifti. Har­um­framt skal ein loysn finnast fyri føstum sambandi til suðurøkið. Fylgi­bólkur við umboðum úr samgonguflokkunum verður settur, og arbeiðið skal verða liðugt 1. apríl 2012.
Menningarætlan skal gerast fyri útoyggjarnar.
Umstøðurnar hjá rørslu­tarn­aðum í samferðsluni skulu betrast.
Kommunumál
Samgongan tekur undir við, at kommunurnar gerast færri og størri. Kommunusamanleggingin skal vera sambært lóg um sjálvbodna komm­unusamanlegging. Innlendis-málaráðið skipar fyri fólkaatkvøðu í øllum kommunum tíðliga á vári í 2012. Kommunurnar yvirtaka ábyrgdina av eldraøkinum og fólkaskúlaøkinum. Kommunurnar og landsstýrið avtala fíggjarleist, og hvussu økini verða skipað.

Umhvørvismál
Umhvørvisverndarlógin og náttúru­friðingarlógin skulu endur­skoðast. Orka úr varandi orku­­keldum skal økjast munandi. Lands­myndugleikar og kommunur skulu samstarva, so at oljunýtslan til upphiting verður munandi minni.

Uttanríkisvøkstur og menning
Áherðsla verður løgd á at føra ein virknan uttanríkispolitikk, altjóða handilspolitikk og at vinna okkum fríhandils- og samstarvsavtalur. Umboðan Føroya mótvegis um­heim­inum verður áhaldandi styrkt í samstarvi við onnur fyri at náa málinum um vaksandi vinnu­møguleikar og harvið øktum b­úskaparligum vøkstri.
Lóg um uttanríkispolitiskt virk­semi verður gjørd.
Landsstýrið ger samstarvsavtalu við danir og onnur norðurlond um at nýta teirra sendistovur kring allan heim. Møguleikarnir verða gagnnýttir fyri at útbúgva føroyingar á hesum sendistovum.
Vit skulu áhaldandi gerast virkn­ari í menningarsamtarvi, og við ábyrgd fyri næstanum eiga vit at lata neyðhjálp, har neyðin rakar.
Arbeiðið at gera Føroyar til sjálvstøðugan lim í Norð­ur­landa­ráðnum og WTO heldur fram.
Útflutningsráð verður skipað at røkja áhugamálini hjá føroysku útflutningsvinnuni.
Møguleikin fyri at hava fleiri sendifólk uttanlands verður um­røddur saman við nýggja út­flutningsráðnum.
Okkara geopolitiska/strategiska støða í NATO skal greinast. Arbeiðið at gera nýggjan sáttmála við ES heldur fram. Avtala skal gerast við ES, so sleppast kann undan ákærum um dumping (tollsamgongu).
Arbeiðið at gera handils- og íløgurammusáttmála (sonevndan TIFA) við USA heldur fram.
Okkara leiklutur í Arktiska ráð­num verður framhaldandi mentur. Ætlan verður gjørd fyri, hvussu vit best gagnnýta fyrimunirnar av broytingum, sum henda í arktiska økinum.
Eisini verður ætlan gjørd fyri, hvussu vit verja okkum móti árinum, sum standast av nýggjum farleiðum í arktiska økinum.
--------------------
Undirskrivað tann 14. november 2011

Sambandsflokkurin
Fólkaflokkurin
Miðflokkurin
Sjálvstýrisflokkurin