Samgonguskjal liðugt í Noregi

Teir tríggir flokkarnir í reyð-grønu stjórnini í Noregi eru lidnir at orða samgonguskjalið fyri næsta valskeið. Jens Stoltenberg, forsætisráðharri, sum eisini er formaður í Arbeiðaraflokkinum, váttaði í morgun, at teir tríggir flokkarnir eru samdir um grundarlagið fyri stjórnarsamstarvinum næsta valskeið.

Innihaldið í samgonguskjalinum verður almannakunngjørt seinnapartin, men tað er longu greitt, at uttanríkispolitikkurin heldur fram, og at teir norsku hermenninir verða verandi í Afghanistan.

Norska Stórtingið fer undir nýggja setu fríggjadagin.