Samgongusamráðingar: Tveir flokkar eftir

Frá samgongusamráðingunum frætta vit, sum støðan er nú, eru tað Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin, sum sita saman og lodda dýpið fyri at vita, um tað yvirhøvur er grundarlag fyri eini borgarligari samgongu.

Teir báðir flokkarnir hava 16 tinglimir og mangla sostatt ein fyri at útvega sær ein meiriluta.

Men fortreytin er, at teir báðir stóru flokkarnir kunnu semjast og tað er tað, teir royna at finna út av í løtuni.

Keldur í samráðingunum siga, at enn verður mest tosað um yvirskipað mál – og tað eru nógv mál, sum eru á skrá.

Men enn verður bara tosað heilt yvirskipað um tey ymsu málini.

Men partarnir eru eisini greiðir yvir, at tað skulu stór tøk takast fyri at venda skútuni og tískil verða nýskipanir á ymsum økjum, bæði í fiskivinnu, kommunubygnaði, skúlaverki umrøddir.

Roynt verður at skipað eina borgarliga samgongu, men enn er óvist, hvørjir av teimum trimum smáu flokkurin vera við.