Samgongusamráðingar í Írlandi

Í Írlandi eru andstøðuflokkarnir Fine Gael og Labour farnir undir at samráðast um at skipa samgongustjórn. Fine Gael vann stórsigur á tjóðartingsvalinum seinasta fríggjadag, men flokkurin fekk kortini ikki nóg nógvar tinglimir til at skipa stjórn einsamallur.

Tí noyðist Fine Gael at leita sær stuðul, og mest sannlíkt er, at flokkurin fer at skipa stjórn saman við Labour. Teir báðir floksformenninir, Enda Kenny og Eamon Gilmore, høvdu í gjár fund um samgongumøguleikarnar.

Fine Gael og Labour eru samdir um, at Írland skal samráðast av nýggjum um kreppulánini, summ landið hevur fingið frá Altjóða Gjaldoyragrunninum og ES. Talan er um 67,5 milliardir evrur.