Samgongusamráðingar: Næstu tímarnir avgerðandi

Samráðingarnar ímillum Javnaðarflokkin, tjóðveldi og Miðflokkin eru á einum vegamóti og politikarar í samráðingunum meta, at teir næstu fáu tímarnir verða avgerðandi fyri um hetta verður egg ella ungi. Bæði fólkafloksfólk og sambandsfól halda seg til reiðar Teir næstu fáir tímarnar verða avgerðandi fyri um CHE samgongan verður egg ella ungi.

Men tað skilst eisini, at tað gongst ikki heilt eftir ánni í dag.

Javnaðarflokkurin hevur sitið í einrúmi í langa tíð í dag og beint nú er aftur felagsfundur ímillum allar teir tríggjar flokkarnar.

Umstríddi Sandoyartunnilin hevur verið ein knútur í samráðingunum og her hevur Gerhard Lognberg havt serstøðu, tí hann hevur kravt at tunnilsætlanin verður hildin, so at farið verður undir hann 1. november í 2009.

Ongin fæst at siga, hvørja lagnu Sandoyartunnilin fær, men tað sæst týðiliga á sandoyartingmanninum, at hann er meiri avkláraður í dag, enn hann var í gjárkvøldið, tá ið hann ikki fann ró nakrastaðni, men gekk einsamallur og válaði aftur og fram fyri seg sjálvan.

Í dag er hann meiri smílandi og hann sigur tað er greitt, at ætlanin at gera Sandoyartunnilin verður ikki broytt, endar hetta við eini CHE samgongu.

Men við hesum er ikki sagt um hetta er ein støða, sum Gerhard hevur tikið fyri seg sjálvan og at tað er tí, at hann er so avkláraður, ella hetta er eitt lyfti frá restini av samgonguni.

Miðflokkurin sær eisini heilt avkláraður út, tí teir tríggir tinglimirnir hjá flokkinum tykjast ikki at hava brúk fyri tí stóra fundarvirkseminum, men ganga og smáhugna sær ímillum hinar politikararnar og tíðindafólkið.

Hinvegin síggja summir tinglimir hjá Tjóðveldinum og javnaðarflokkinum meiri samanbitnir út nú seinnapartin og spurningurin er, hvat felagsfundurin, sum er beint nú, fer at føra til.