Høgni Hoydal vil ikki siga, um Tjóðveldi fer at stuðla einari minnilutasamgongu, nú tað er líkt til, at Fólkaflokkurin tekur seg aftur.
Fleiri týdningarmikil mál, sum tildømis kommunubygnaður, tilfeingisgjald, skúlareformur og onnur, skuldu ætlandi avgreiðast í næstum.
- Vit standa á síðulinjuni og bíða eftir endaliga úrslitinum av hesi samgongukreppuni. Vit siga einki fyribils, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.
Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, boðaði Kaj Leo Johannesen, løgmanni, frá í gjárkvøldið, at Fólkaflokkurin vil hava hann at útskriva val.
Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, boðaði frá stutt fyri jól, tá træta var í samgonguni um kostnaðin av lønarvøkstrinum hjá almennu fakfeløgunum, at Miðflokkurin stuðlar ikki samgongu, so leingi Kaj Leo Johannesen, løgmaður, og Rósu Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, varðveita sínar sessir.
- Løgmaður heldur fram at billa fólki inn, at tað stendur væl til, hóast tað ikki er veruleikin. Rósa Samuelsen hevur ført vanvirðiligan politikk á eldraøkinu segði Jenis av Rana, formaður, við Portalin tann 17. desember.