Poul Michelsen vil ikki gera stórvegis viðmerkingar um gitingarnar, at Jørgen Niclasen og Fólkaflokkurin vil hava nýval nú, so Framsókn ikki fær fótin fyri seg.
Eg havi ikki hug at viðmerkja hasar gitingarnar. Hatta mugu onnur meta um, sigur Poul Michelsen.
Jørgen Niclasen heitti á løgmann hóskvøldið at skriva út nýval, tí valstríð er komið í fíggjarpolitikkin.
Framsókn er framvegis ikki búgvin at fara undir valstríð. Stevnuskráin er framvegis ikki kunngjørd, og valevnini skulu sjálvsagt góðtaka sjónarmiðini hjá flokkinum, áðrenn tey bjóða seg fram.










