Heðin D. Poulsen
www.hedindp.com
500.000 krónur av fíggjarlógini, og tann føroyski hesturin var tryggjaður, men tað vildi samgongan ikki játtað. Sjálvt um Sjálvstýrisflokkurin setti fram uppskot um at játta upphæddina, so feldi samgongan uppskotið.
Í Føroyum finnast tað í dag enn eldsálir og viljasterk fólk. Nøkur av hesum hava verið tey, ið trúliga hava gjørt alt tað tey kunnu, at bjarga tí føroyska rossinum. Tað er syndarligt, at samgongan noktar at seta prís uppá hetta arbeiði.
Sanniliga er tað áhugavert at hyggja eftir útlendskum sjónvarpssendingum um eitt serstakt hótt føroyskt djóraslag, men annar lútur skal eisini til. Minnist tí, at um hesin parturin av Føroyum og føroyskari søgu doyr, at tað var Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Miðflokkurin, ið ikki vildu rætta eina bjargandi hond.
Eg endi tí við orðunum hjá skaldinum og vóni, at samgongan vaknar: Latið ei søguna doyggja, goymið hana so væl.
Meira um hetta og annað á www.hedindp.com