Miðflokkurin vil hava samgonguna at viðgera spurningin um at avtaka umstrídda oljuavgjaldið fyri at lætta um hjá pensjónistum og øðrum hart fyrispentum húskum Miðflokkurin í samgongu hevur nú boðað frá, at hann vil hava spurningin um oljuavgjaldið til viðgerar í samgonguni.
Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum sigur, at hann vónar, at, at semja sæst um at gera nakað við oljuavgjaldið.
Helst vil hann hava oljuavgjaldið avtikið heilt, men í minsta lagi vil hann hava, at gamla skipanin verður sett í gildið aftur, har oljuavgjaldið minkar, so hvørt, sum oljan dýrkar.
Hann vísti á, at hvørja ferð, oljuprísurin hækkar, fer landskassin eisini eyka inntøkur av hækkaðum mvg.
Í dag er oljan so dýr, at eftir upprunaligu skipanini, hevði oljuavgjaldið langt síðani verið burtur nú, men fyri fleiri árum síðani broytti løgtingið skipanina, so at oljuavgjaldið er eitt fast gjald, sama, hvat oljan annars kostar.
Floksfelagið hansara, Tordur Niclasen, staðfestir, at oljuavgjaldið er ógvuliga tyngjandi fyri pensjónistar, húski við børnum og onnur.
Tí heitir hann á landsstýrið um av álvara at hugsa um at avtaka oljuavgjaldið, ella í minsta lagi at minka tað munandi.
Jenis av Rana sigur, at tískil fer Miðflokkurin miðvíkast at taka hetta málið upp í samgonguni og at arbeiða fyri at finna semju í samgonguni um at at avtaka, ella í minsta lagi skerja oljuavgjaldið










