<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>
Í formansfrágreiðing síni á aðalfundinum í Føroya Arbeiðarafelag, ið var um vikuskiftið, tykist Ingeborg Vinther ónøgd við rikna politikkin seinnu árini, tað verið seg frá landsins myndugleikum og arbeiðsgevarasíðuni.
Blaðið hevur vent sær til forkvinnuna í Føroya Arbeiðarafelag eftir eini viðmerking hesum viðvíkjandi.
- Seinastu fýra árini hava verið turbolent og eingin friður hevur verið á arbeiðsmarknaðinum. Samgongan hevur spesialiserað seg í at órógva og kúga fakfeløgini. Teir eru farnir at nýta fútarættin, og tá er tíð at siga frá og tað gera vit eisini nú. Vit vóna undirtøku frá hinum feløgunum og fara at heita á tey, sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í FA.
- Samgongan hevur verið óvinarlig mótvegis fakfeløgunum. Vónandi minnast arbeiðsfólk hetta til valið, sigur Ingeborg, ið umframt langa verkfallið, ið m.a. hennara egnu limir máttu stríðast við, eisini nevnir eina rúgvu av øðrum málum, ið hava verið seinnu árini, m.a. viðvíkjandi Lærarafelagnum, Brimli og Teistanum.
- Vónandi verður ein samgonga skipað eftir løgtingsvalið, ið er til at tosa við, sigur Ingeborg Vinther.
<o:p></o:p>
Klár at taka avleiðingarnar
Og formansfrágreiðingin frá aðalfundi Føroya Arbeiðarafelags bendir á sama borð.
Sagt verður, at nevndin í FA góðtekur als ikki, at fútarætturin letur seg nýta sum amboð arbeiðsgevaranna og at felagið er til reiðar at taka avleiðingarnar av hesi avgerð.
- Vit í Føroya Arbeiðarafelag hava gjørt av, at vit undir ongum umstøðum
fara at góðtaka, at fútarætturin fer at lata seg brúka sum amboð arbeiðs-
gevaranna í sambandi við møguligu fakligu tiltøk okkara, og vit eru til
reiðar at taka avleiðingarnar, sum kunnu standast av ikki at vilja fylgja av-
gerðini hjá hesum fútarætti.
Vónandi taka leiðslurnar í hinum føroysku fakfeløgunum somu støðu, tí
bert við at standa saman móti hesari samanrenning millum arbeiðsgevara-
síðuna við fíggjarmálaráðharra okkara á odda og donsku rættarskipanina,
kunnu vit forða fyri, at fútarætturin framhaldandi verður brúktur sum am-
boð hjá arbeiðsgevarunum, sigur forkvinnan í FA m.a. í formansfrágreiðingini.<o:p></o:p>
- Í Føroyum hava vit altíð havt ta skipan, at tulkingarósemjur skulu viðgerast
í gerðarrætti, og onnur mál hoyra undir vanligu dómstólsskipan okkara.
Fakfeløgini hava støðugt víst á, at tey ikki ynskja, at ein arbeiðsrættur
eftir donskum leisti skal skipast í Føroyum.
Tað er ikki uttan grund,at fakfeløgini hava mótmælt, tá ið bæði tann al-
menni og privati arbeiðsgevaraparturin hava mælt til,at slíkur arbeiðsrættur
verður settur á stovn, verður sagt í formansfrágreiðingini.<o:p></o:p>
- Hóast tann parturin av Løgtinginum, sum ongantíð hevur víst virðing fyri
føroysku arbeiðararørsluni, hevur roynt at fingið skipað lóggávu um før-
oyskan arbeiðsrætt, sum nærum er ein avskrift av donsku lógini, so hevur
tað tíbetur enn ikki eydnast hesum flokkum at seta á stovn slíkan arbeiðs-
rætt, og orsøkin er uttan iva tann mótstøða, hetta hevur møtt í so at siga ein-
ari samdari fakfelagsrørslu, verður sagt í formansfrágreiðingini.
- Tað var tí eitt beinleiðis álop á føroysku fakfelagsrørsluna, tá ið Fíggjar-
málastýrið í fjør gjørdi av at royna at brúka Fútarættin sum arbeiðsrætt við
at heita á Fútarættin um at seta Føroya Skipara-og Navigatørfelag bann
móti teimum tiltøkum, sum hetta felag hevði sett í verk í stríði sínum um
sømilig setanar-og lønarkor fyri limirnar, sum skuldu sigla við Brimli.
Fútarætturin, sum er partur av donsku rættarskipanini, læt seg brúka í
fakliga stríðnum og setti Føroya Skipara-og Navigatørfelag bann móti
teimum tiltøkum,sum felagið hevði sett í verk,samstundis sum Vaktar-og
Bjargingartænastan hevði svartalistað teir limir felagsins, sum eftir ætlan
skuldu sigla við Brimli.
- Sama politiska samgonga, sum tosar um loysing frá Danmark, hevur eis-
ini í øðrum føri brúkt danska fútarættin sum arbeiðsrætt,og hetta vísir ta
vanvirðing, sum hesir samgonguflokkar vísa mótvegis føroysku fakfelags-
rørsluni og vanliga føroyska løntakaranum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur tikið táttin upp og hevur eisini brúkt
fútarættin sum arbeiðsrætt í stríði sínum móti føroyskum fakfelag, sigur Ingeborg Vinther í formansfrágreiðingini frá aðalfundinum í FA.<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
Gera arbeiðsbólk til verkfall<o:p></o:p>
Greitt er, bæði sambært samrøðu og formansfrágreiðing, at forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag ikki metir støðuna seinnu árini vera fyrimyndarliga.<o:p></o:p>
- Vit hava havt ætlanir um ein arbeiðsbólk, ið væntandi gerst veruleiki. Hesin skal setast og skal fyrireika og samskipa, tá samráðingar eru, so greitt er at fara í verkfall, skuldi tað verið neyðugt, sigur Ingeborg Vinther, ið ásannar, at tað er hart og krevjandi stríð at vera í verkfalli, tí tá leikar á frá øllum síðum.<o:p></o:p>
- Umráðandi er at vera væl skipaður og at hava samband til lokalfeløgini, sigur Ingeborg Vinther, ið væntar, at eitt uppskot um slíkan arbeiðsbólk verður millum málini, ið nýggja nevndin í FA kemur at arbeiða við.<o:p></o:p>