Mánadagin verður avdúkað, hvat føroyingar halda um landsins stýri. Er politikkurin hjá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, á góðari leið, ella vilja vit heldur hava andstøðuna at taka yvir?
Hesin spurningur verður svaraður í fyrstu veljarakanningini síðani februar í ár.
Miðlahúsið og Kringvarpið samstarva um veljarakanningina saman við Norðlýsinum og Portalinum. Tað er Gallup Føroyar sum ger kanningina, sum verður kunngjørd á middegi mánadagin.
Á valinum fingu teir fýra samgonguflokkarnir tilsamans 57,8 prosent av atkvøðunum. Bæði Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin fingu eitt gott val við átta tingsessum hvør, meðan Tjóðveldi misti tveir og Javnaðarflokkurin ein.
Gallup Føroyar hevur síðani valið gjørt fýra kanningar fyri Miðlahúsið og eina fyri Dimmalætting. Kanningin mánadagin verður tann sætta síðani valið.
Í øllum kanningunum síðani valið, hevur samgongan fingið lakari undirtøku enn á valinum. Men tó hevur hon klárað meiriluta í trimum av fimm kanningum.
Tann seinasta kanningin, sum varð gjørd í februar, gav samgonguni 16 tingsessir og andstøðuni 17. Sambært teirri kanningini hevði úrslitið sæð soleiðis út:
Fólkaflokkurin 19,3% (-3,3) 7 tingsessir (-1)
Sambandsflokkruin 21,7 (-3,0) 7 tingsessir (-1)
Javnaðarflokkurin 22,5 (+4,7) 8 tingsessir (+2)
Sjálvstýrisflokkurin 2,6% (-1,6) 0 tingsessir (-1)
Tjóðveldi 22,0 % (+3,7) 7 tingsessir (+1)
Miðflokkurin 6,9% (+0,6) 2 tingsessir (-)
Framsókn 5,1% (-1,1) 2 tingsessir (-)









