Býráðspolitikkur
Vágur: Samgongan í Vágs Býráð er broytt.
Tað hendi á býráðsfundi mikukvøldið, har tað gjørdust greitt, at samgongan í Vágs Býráð varð víðkað, so at hon nú umfatar allar flokkar.
Men samstundis er tað mangt sum bendir á, at hon eisini skrædnaði tí tann eini býráðslimurin hjá javnaðarflokkinum vildi ikki góðtaka broytingarnar.
Fýra flokkar eru umboðaðir í Vágs Býráð: Tjóðveldisflokkurin við fýra býráðslimum, javnaðarflokkurin við tveimum, sambandsflokkurin við einum og uttanflokkalistin við tveimum.
Higartil hava allir flokkar verið í samgongu uttan teir báðir uttanflokkalimirnir.
Men nú eru Sølvi Andreasen og Poul Johannus Joensen á uttanflokkalistanum eisini komnir upp í samgonguna og sostatt var ætlanin, at alt býráðið skuldi vera í samgongu og at ongin andstøða skuldi vera.
Jógvan Krosslá, borgarstjóri, segði, at samstarvið í býráðnum hevði verið so gott, eisini við teir báðar uttanflokkalimirnar, at hann sá onga orsøk vera til at ikki teir eisini skuldu koma upp í samgonguna.
Tað hendir eftir at Vágs Býráð nú eisini hevur skipað eina sosiala nevnd, at uttanflokkalistin kemur upp í samgonguna.
Samstundis fær uttanflokkalistin formannin í Sosialau nevnd.
Harumframt varð neyðugt at skipa hinar stóru nevndirnar hjábýráðnum av nýggjum.
Og tað merkti at tann eini býráðslimurin hjá javnaðarflokkinum, Eyðfinn Mørk, misti teir báðar mest týðandi nevndarsessirnar, hann hevði. Tað vóru nevndarsessirnar í teknisku nevnd og í havnanevndini.
Sostatt er Eyðfinn Mørk nú bara limur í Kirkjugarðsnevndini og í ferðslunevndini, men harumframt er hann eisini varaborgarstjóri.
Tað var hann so vónbrotin av, at hann vildi ikki skriva undir tað nýggju semjuna, uttan so, at hann í minsta lagi varðveitti limaskapin í havnanevndini.
Slapp hann ikki tað, føldi hann seg tvingaðan at fara í andstøðu, segði hann.
Býráðið atkvøddi síðani um, hvør skuldi vera limur í havnanevndini, og har fekk Eyðfinn Mørk bara eina atkvøðu og varð sostatt ikki valdur.
Eftir at nevndirnar hjá býráðnum eru skipaðar av nýggjum, hevur Poul Johannus Joensen úr uttanflokkalistanum tikið sætið í bæði havnanevndini og teknisku nevnd fyri Eyðfinn Mørk og Sølvi Andreasen, eisini úr uttanflokkalistanum, er blivin formaður í nýskipaðu sosialu nevnd.
Eyðfinn Mørk verður undir øllum umstøðum verandi varaborgarstjóri og limur í ferðslunevndini og kirkjugarðsnevndini.
Tær stóru nevndinar í Vágs Býráð eru nú soleiðis mannaðar:
Fíggjarnevnd:
Jógvan Krosslá, formaður
Páll Augustinussen
Ásgerð Stenberg
Tekniska nevnd
Dánjal Bjarkhamar, formaður
Mortan Mortensen
Poul Johhannus Joensen
Havnanevndin
Páll Augustinussen, formaður
Mortan Mortensen
Poul Johannus Joensen
Mentanarnevndin
Ásgerð Stenberg, formaður
Thurid Kjærbo
Mortan Mortensen
Sosiala nevnd
Sølvi Andreassen, formaður
Thurid Kjærbo
Ásgerð Stenberg
Brunanevndin
Jógvan Krosslá, formaður
Páll Augustinussen
Ásgerð Stenberg