Samgongan í upploysn um blokkin

Blokkurin hevur sett síni spor á fíggjarnevndina, sum nú hevur viðgjørt hetta málið. Fimm minnilutar eru í málinum, og samgonguslit hóttir. Ikki minni enn fimm minnilutar eru í fíggjarnevndini, nú hon hevur viðgjørt ríkisveitingina fyri 2011.

Í samgonguskjalinum stendur at lesa soleiðis:

?Ásannandi, at tað er umráðandi fyri samfelag okkara at vaksa seg til ein sjálvberandi búskap, er semja millum flokkarnar um, at ríkisveitingin verður lækkað við 15 prosentum av reella inntøkuvøkstrinum av skattum og avgjøldum hjá landskassanum við støði í meðal vøkstrinum seinastu 5 árini. Skipanin kemur í gildi í sambandi við fíggjarlógina fyri 2010?

Hetta merkir, sambært fíggjarmálaráðharranum, ein niðurskurð áljóðandi 400.000 krónur fyri 2011.

Men kortini sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, at landsstýrið metur lækkingina verða so lítla, at ríkisveitingin verður óbroytt í 2011.

Men hetta fellur ikki á góða jørð í fíggjarnevndini. Anfinn Kallsberg, fíggjarnevndarformaður, heldur ikki, at fíggjarmálaráðharrin kann ganga beinleiðis ímóti samgonguskjalinum, uttan so mikið sum at hava sent broytingina út til hoyringar hjá flokkunum.

- Hóast hesa niðurstøðu ( um eina lækking á 400.000 krónur sambært samgonguskjalinum ), so hoppar landsstýrismaðurin við fíggjarmálum elegant yvir hetta, sigur Anfinn Kallsberg.

Og tað eru ikki smávegis hóttanir, sum fíggjarnevndarformaðurin nú fær.

-Nú hanga hóttanir í luftini um samgonguslit, um vit ikki taka undir við fyriliggjandi uppskoti. Men ásannast má, at hetta er niðurbrótandi fyri álitið á samgonguna, tá ein so sólarklár samgonguavtala ikki verður hildin, sigur Anfinn Kallsberg.

Eisini Magni Laksáfoss er ímóti, at hendan avtalan verður brotin. Hann heldur, at tær 400.000 krónurnar skulu setast í ein grunn, hvørs endamál er flyta samfelagið burtur frá oljuni og yvir til varandi orkukeldur.

Torbjørn Jacobsen og Annita á Fríðriksmørk halda, at føroysku myndugleikarnir skulu ístaðin alt fyri eitt fara undir samráðingar við fremmanda valdið í Keypmannahavn um eina endaliga búskaparliga uppgerð.

Meðan Bill Justinussen mælir til, at lækka heildarveitingina við 400.000 krónum, soleiðis sum samgongan er samd um.

Uppskot kemur til 2. Viðgerð í løgtinginum í morgin.