Samgongan tykist ósamd um fullveldið

ORÐASKIFTIÐ um ólavsøkurøðu løgmans í gjár avdúkaði aftur, at langt er millum Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin í sjálvstýrismálinum. So langt er ímillum, at politiskir eygleiðarar kunnu ikki koma til aðra niðurstøðu enn hana, at eitt greitt alternativ er til fullveldisætlanina, sum landsstýrið hevur arbeitt við í tvey ár.

FRAMSØGURØÐAN hjá tjóðveldismanninum, Heina O. Heinesen, bendi á, at Tjóðveldisflokkurin hevur start seg blindan á fullveldisætlanina. Flokkurin dugir ikki at síggja, at Fólkaflokkurin er ikki við, og at fullveldisætlanin er í dag eitt ynski hjá einum minniluta. Tjóðveldisflokkurin heldur tað framvegis vera løgið, at aðrir flokkar ? t.d. Javnaðarflokkurin ? ikki vil taka undir við fullveldisætlanini. Tjóðveldisflokkurin hevur áður sagt, at hann hevur slakað nógv í loysingarpolitikki sínum, men spurningurin er í dag, um vantandi medvit og konstruktivitetur ikki kann forkoma ávirkan Tjóðveldisfloksins í sjálvstýrisstremban føroyinga.


HINVEGIN ásannaði framsøgumaður Fólkafloksins greitt, at tá tað ikki eydnaðist at gera ein sáttmála við donsku stjórnina um fullveldi við skiftistíð og ynskinum um, at danskir stjórnarmyndugleikar skulu umsita fleiri málsøki fyri føroyingar í eitt ávíst áramál, so má ein nýggj kós stingast út í kortið. Hann nevndi møguleikan at gera ein sjálvstýrissáttmála, sum hevði við sær, at føroyingar yvirtaka málsøkini so við og við, samstundis sum vit laga føroyska samfelagið til veruligt sjálvstýri.


UTTAN annars at vera samd við Óla Breckmann, so vísti hann á eina konstruktiva leið, sum kann fáa breiðari undirtøku í løgtinginum og í fólkinum. Flestu føroyingar taka undir við øktum sjálvstýri og nógv stig eru tikin á sjálvstýrisleið seinastu mongu árin. Tí er tað ikki so umráðandi, at stigið ? tað at staðfesta føroyska fullveldið ? verður tikið við ein brest. Tað ber til at finna eina leið, sum liggur millum fullveldisætlanina og uppskotið hjá Sambandinum um ábøtur á Heimastýrislógina.


TANKARNIR hjá framsøgumanni Fólkafloksins minna nógv um uppskot Javnaðarfloksins um eina Sjálvstýrislóg. Tí skuldi verið møguligt at fingið ein skynsaman dialog millum Fólkaflokkin, Javnaðarflokkin, miðflokkarnar og kanska eisini Sambandsflokkin ? um Tjóðveldisflokkurin ikki vil vera við ? um eina miðloysn, sum ein størri partur av føroysku veljarunum kann taka undir við. Eini loysn, sum gevur Føroyum fult sjálvstýri.


HÓAST Tjóðveldisflokkurin góðtekur tann viðgongda liberalistiska politikkin hjá Fólkaflokkinum, so er ikki líkt til, at hann fær allan flokkin við í fullveldisætlanina. Orðaskiftið í gjár bendi á, at samgongan tykist ósamd um fullveldisætlanina í dag!ute; taka ung ein ? Fjallarev? á bakið og fara kring tann víða heim uttan at rodna , men eg ivist onga løtu í, at tey eisini droyma sínar dreymar - kanska á ein annan hátt. Tey hava ein annan kosmiskan hugburð, eitt annað hugfar enn vit, sum vóru ung fyri umleið 40 árum síðani. Tey hava sínar flotoyggjar og droyma um sína Stór oyggj, har gentan býr við teimum bláu eygunum og tí fagra gula hárinum. Tey duga eins væl at finna tað rætta stevið í lívsins avbjóðingum, duga eins væl at elskast, føra seg fram og siga frá, og ikki at tala um at yrkja, skriva, mála og syngja.

Jú, sanniliga er nógv gott komið úr Gøtu. Vit kundu lagt út við GÌ og fótbóltinum, Felagskórinum Gøta-Leirvík, Tøting, Harranga , nevnt Arnleyg og Tummas, sum alla sína ævi stríddust fyri Blásastovu. Tey settu ein prýðiligan varða eftir seg við teimum gomlu húsunum kring kirkjuna. Tak bara Petur Jensen, Petur Prent, Tummas Jákup Thomsen, Jan Zachariassen, Jákup Zachariassen, Ósbjørn Jacobsen, Símun Konoy og yndisiliga sprundi Eivør Pálsdóttir. Hon má verða gentan við teimum føgru bláu eygunum og tí fagra gula hárinum.

Jú nógv gott er í Gøtu og nógv gott er komið higani. Um nakað gott er komið úr Fuglafirði, kunnu onnur meta um. Men lat okkum hesa summarnáttarløtu - ungur sum eldri, droyma okkum burtur í rúsandi ástarleik. Henda summarnáttarstundin er ein av teimum allar fagrastu, tú kanst hugsa tær, ein skygging, sum Pól F. eisin hevði tikið til sín.


Og løtan, hin signaða ríka,

Tíðin legg tínar veingir

á kvirru ástheitu nátt saman, bert hesa stund,

á lat meg í kossinum doyggja,

meðan eg sælur kyssi

tá hvíli eg æviga gott. mítt sólfagra ástarsprund.


Frits mentanarpallinum. Innan tónleik, yrking, sjónleik, málningalist, handverk og aðra skapandi list - í ítrótti - grógva nýggjar blómur fram allastaðni. Sum hóast trong kor skapa virðir, sum ongin hevði trúð gjørlig. Í fjør: 40 fløgur við upprunaligum føroyskum tónleiki. Tað hevði svarað til, at meira enn 10 upprunaligar fløguútgávur komu út í okkara størru norðurlendsku grannalondum ? um dagin. Føroysk symfoni. Kórsangur á altjóða støði. Framsýningar, handverk og list. Altjóða úrslit í ítrótti.

Vinnuliga skínur morgunsólin bjartari enn nakrantíð. Okkara fiskivinna er nú um at gerast ein sjálvstøðug vinna, sum klárar seg uttan studning. Tað, sum mong hildu ikki fór at bera til, tað bar til. Fólkini í alivinnuni hava lagt lunnar undir eina vinnu, sum nú er ein stórur partur av okkara tjóðarinntøku. Tað, sum mong hildu ikki fór at eydnast, tá sjúka og húsagangir herjaðu, tað hevur eydnast.

Eisini landsbúskaparliga er morgun í Føroyum.

Okkara ovurhonds stóra og skammiliga uttanlandsskuld, sum var ein standandi áminning um tað ábyrgdarloysi sum valdað hevði, verður afturgoldin við rúkandi ferð.

Yvirskotið hjá tí almenna nú er nærum líka stórt sum blokkstuðulin úr Danmark. Tað manglar bara heilt lítið í at vit klára at svara hvørjum sítt við teimum virðum, sum verða skapt við okkara egnu framleiðslu.

Vit síggja nú at tað ikki er nøkur náttúrulóg at føroyingar mugu lyftast og stuðlast og matast fyri at klára seg. Fara vit skilvíst og hóvliga fram, so klára vit at standa á okkara egnu beinum sum aðrar tjóðir. Vit fara sjálvsagt klára at gjalda fyri okkara egnu vælferð, fyri okkara eldru og hava ábyrgd fyri teimum, ið tørva hjálp. Alt annað er óvirðiligt og sjálvsøkið.


Vit hava framíhjárættindi

Og fólkaræðisliga lýsir fyri degi:

Ein grundlógarnevnd situr og smíðar ein karm um okkara samfelag, sum skal vera grundaður á okkara egnu søguligu og mentanarligu virði.

Úr teimum virðum, sum vit fagna á ólavsøku, skulu hesi fólk evna ein hornastein, sum skal vera sjálvt tað politiska grundarlagið undir okkara samfelag í framtíðini. Tey viðgera tey grundleggjandi virðini fyri okkara fólkaræði, okkara ábyrgd og samstarv við aðrar tjóðir og umsitingina av okkara virðum.

Vit fara øll at kunna taka støðu til uppskotið.

Hetta er í veruleikanum eitt privilegium ? ein framíhjárættur, sum er fáum ættarliðum og fólki beskorin. Tað leggur eina stóra ábyrgd á okkum og tað er upp til okkum, hvussu vit velja at taka við henni.

Vit liva í eini spennandi tíð. Tað er morgun í Føroyum. Lat okkum halda ólavsøkuna her mitt í sjónum. Her mitt í øllum vøtnum. Og lat okkum eisini eftir ólavsøku fáa tað at syngja, at vit eru her.

Góða ólavsøku.


Høgni Hoydal