Samgongan útvelur politiskt

Umframt stóran niðurskurð í fiskidøgum, vil fiskimálaráðharrin velja skip út, sum skulu missa lívsgrundarlagið, siga Fólkafloksmennirnir Jørgen Niclasen og Jákup Mikkelsen.

Liminir hjá Fólkaflokkinum í Vinnunevndini, Jørgen Niclasen og Jákup Mikkelsen, siga í lesarabrævi í, at samgongan útvelur politiskt, hvørjir aktørar skulu klára seg í fiskivinnuni.

 

Teir siga víðari, at tey seinnu árini hava línuskip lagt seg eftir at fiska á ytru leiðunum ella uttanfyri Føroyar, fyri at vinna kvotur í t.d. Grønlandi, men at tey nú verða straffaði í fiskidøgum.

 

Jørgen og Niclasen og Jákup Mikkelsen vísa eisini á, at hóast Havstovan hevur útrokna, at veiðan eftir hýsu og toski er burðardygg, so mæla tey til niðurskurð alíkavæl.

 

- Hetta er ilt at skilja, tí hvussu lítið skal veiðitrýstið vera, fyri at Havstovan ikki skal mæla til niðurskurð, siga Jørgen Niclasen og Jákup Mikkelsen í lesarabrævi, ið tú kann lesa her.