VELJARAKANNING: Nýggjasta veljarakanningin, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin er ikki serliga hugaligur lesnaður fyri samgonguna – serliga ikki fyri Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin.
Í gjár kunngjørdi Dimmalætting eina kanning, sum sá heldur ljósari út, sæð við samgongubrillum, men dagsins kanning vísir, at samgongan missir tilsamans 6,2% av atkvøðunum, og tað hevði verið nóg mikið til tveir tingsessir hjá einum flokki.
Hvør tingsessur kostar við nýggju valskipanini 3,03%. Men av tí at Sambandsflokkurin ikki fekk teir átta tingsessirnar, hann átti at fingið á síðsta løgtingsvalið, so hevur sitandi samgonga í veruleikanum ein tingsess ov lítið, og tí varðveitir samgongan kortini teir 21 tingsessirnar, meðan andstøðan vinnur ein afturat, tí tingmannatalið sum kunnugt økist úr 32 upp í 33 sessir.
Serliga hart gongur tað út yvir Fólkaflokkin, sum missir 3,5% av undirtøkuni. Tað merkir, at flokkurin missir ein tingmann.
Javnaðarflokkurin missir 2.8% í mun til seinasta val, og tað táttar væl í, at flokkurin missir ein tingmann.
Sambandsflokkurin fær eina lítla framgongd, 0.1%, og er tað nóg mikið til, at flokkurin vinnur tann tingsessin, sum hann í veruleikanum átti at fingið við seinasta val.
Fynd gjørdi eina aðra veljarakanning fyri Sosialin beint fyri fólkatingsvalið 13. november. Tá var eisini spurt, hvussu fólk fóru at velja til løgtingsvalið.
Í mun til ta kanningina, so hevur samgongan mist 2.8%. Aftur er tað serliga Fólkaflokkurin, sum missir mest, 1.7%, meðan Javnaðarflokkurin missir 1%. Sambandsflokkurin missir 0.1%.
Tjóðveldið hevur í dagsins kanning eina framgongd upp á 2,8%. Hann fer úr 21,7% á seinasta løgtingsvali til 24,5%. Men í mun til kanningina í november er talan um eina framgongd upp á 2,6%, so vit kunnu staðfesta, at fleiri forskjótingar eru farnar fram seinasta mánaðin.
Miðflokkurin hevur í øllum kanningum staðið til framgongd. Men í dagsins kanning fær hann ”einans” 2,5% í framgongd til 7,8%. Í kanningini í november fekk hann heili 10.7%.
Sjálvstýrisflokkurin fær í dagsins kanning 4,6%. Hetta er ein framgongd upp á 0.7%. Í mun til kanningina í november er hetta ein framgongd upp á 0.5%.
Broytingin í tingfólkabýtinum er tann, at Fólkaflokkurin missir ein tingsess, meðan Sambandsflokkurin vinnur ein. Soleiðis hevur samgongan sama meirilutan, 21 tingsessir.
Tjóðveldisflokkurin vinnur eisini ein tingsess og kemur upp á níggju tingsessir.
Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin standa í stað á ávikavist tveimum og einum tingsessi. Her er vert at geva gætur, at pláss ikki verður fyri øllum teimum trimum, sum nú umboða Miðflokkin.