Samgongan á Tvøroyri slitnað

Sambandsflokkurin hevur tikið seg úr samgonguni í Tvøroyrar býráði


Tað var alt so ljósareytt tann novembur dagin í 2004, tá ið allir sjey býráðslimirnir í Tvøroyrar Býráði skrivaði undir at gera samgongu og at standa saman ið viðburði og í mótburði.
Tað var neyvan hent fyrr í søguni, at býráðið á Tvøroyri var púra samt um at skipa samgongu, men hesuferð var ongin slingur í valsinum hjá javnaðarflokkinum, fólkaflokkinum og sambandsflokkinum.
Men nú, tvey ár seinni er samstarvið slitið upp.
Sambandsflokkurin í Býráðnum hevur nevniliga boðað býráðnum frá, at hann sigur samstarvið upp og sostatt tekur seg úr samgonguni.
Á býráðsfundi á Tvøroyri í gjárkvøldið, vildu býráðslimirnir hjá sambandsflokkinum á Tvøroyri, Jaspur Vang og Marjun Olsen ikki fara í smálutir við, hvørjum tey vóru so ónøgd við, at tey tóku seg úr samgonguni.
Men tað skilst, at tað er ikk nakað einstakt mál, sum hevur fingið tey at taka hetta stigið. Tað er meiri ónøgd við fleiri mannagongdir og við fleiri tættir í býráðsarbeiðnum, siga keldur fyri Portalinum.
Men tað kom fram á býráðsfundi, at eisini onkur annar býráðslimur hevði sagt samstarvið upp.
Kristin Michelsen, borgarstjóri, váttaði, at eitt bræv var komið afturat um at siga samstarvið upp, men at tað brævið varð tikið aftur. Sostatt eru tað bara Sambandsflokkurin, sum ikki longur er í samgonguni í Tvøroyrar Býráð.
Vælvitandi keldur siga, at tað var Bergur Bærendsen í fólkaflokkinum, sum eisini hevði sagt samstarvið upp.
Hetta førir nú við sær, at nevndirnar í býráðnum skulu veljast av nýggjum.
Jaspur Vang er formaður í Havnarnevndini, men nú nevndirnar skulu skipast av nýggjum, kann sigast við hampiligari stórari vissu longu frammanundan, at hendan formanssessin missur hann.
Hinvegin hevur sambandsflokkurin rætt til umboð í øllum nevndin eftir lutfallinum í býráðnum. Tað merkir so eisini, at Sambandsflokkurin fær ein lim í teknisku nevnd og tað hevði hann ikki frammanundan.
Vit hava ikki fingið fleiri viðmerkingar til hetta í løtuni.