- Eg fari ikki at seta samgonguna í vanda fyri sterkt øl!
Tað staðfestir Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.
Fyri einum ári síðani kunngjørdi hann, at hann ætlaði at leggja uppskot fyri Løgtingið um at gera tað lógligt at bryggja øl í Føroyum, sum er sterkari enn 5,8%.
Men Føroyingar eru eftir øllum at døma ikki nóg vaksnir til at teir tola at síggja eina sterka ølfløsku fyri eygunum.
Tí nú sigur landsstýrismaðurin, at hann hevur slept ætlanini.
Og orsøkin til tað er, at hann hevur fingið at vita, at tað er ikki meiriluti fyri tí í samgonguni.
- Eg havi kannað málið og eg havi staðfest, at tað er ikki meiriluti í samgongini fyri einum uppskotið um at gera tað lógligt at bryggja sterkt øl í Føroyum, staðfestir Johan Dahl.
Ølið skuldi í tingið
Upprunaliga var tað Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldinum, sum legði uppskot fyri Løgtingið um at taka allar avmarkingar av og at loyva føroyingum at bryggja og drekka øl, sum er sterkari enn 5,8% og at gera tað lógligt at bryggja brennivín her á klettunum eisini.
Tað fekk ikki undirtøku, men tá kunngjørdi Johan Dahl, at hann fór at leggja uppskot fyri Løgtingið um at gera tað lógligt at bryggja og drekka øl í føroyum, sum var sterkari enn 5,8%.
Fyri at gera tað lættari at glíða niður hjá løgtingslimunum, vildi hann ikki taka tað við, at at tað skuldi vera lógligt at bryggja brennivín eisini.
Kundi sprongt samgonguna
Men enn er onki uppskot um hetta komið frá landsstýrismanninum.
Og nú er greitt, at tað kemur heldur onki uppskot um hetta.
Eg veit úr samgonguni, at eg havi ikki politiska undirtøku fyri tí, sigur Johan Dahl fyri Sosialinum.
Hann sigur eisini, at tað kann heldur ikki koma upp á tal at leggja uppskotið fram, fyrrenn hann fær vissu fyri, at undirtøka er fyri tí, so at tað verður samtykt.
Men vit hava sæð fyrr, at uppskot verða løgd fyri løgtingið, sum bæði einstakir limir í samgonguni og í andstøðuni hava atkvøtt fyri, so at tað verður samtykt. Hví ikki royna tað í hesum málinum eisini?
- Eg fari ikki at seta samgonguna í vanda fyri eitt uppskot um sterkt øl, sigur Johan Dahl.
Samstundis staðfestir hann, at málið er so viðbrekið í samgonguni, at hevði hann lagt uppskotið fram, kundir tað sprongt samgonguna.
- Tað er ikki undirtøka í samgonguni fyri málinum og sjálvandi eri eg trúgvur mótvegis samgonguni og tí verður málið ikki lagt fram, so einfalt er tað, sigur Johan Dahl.