– Eg Gjørdist ikki sørt ørkymlað at síggja, at Mentamálaráðið heldur ikki hesaferð hevur sett eina krónu av á fíggjarlógini til at teksta føroyskar sendingar í KvF.
Tað sigur Tóra við Keldu, forkvinna í Meginfelag teirra, sum bera brek í Føroyum, MBF, nú hon hevur lisið uppskotið til fíggjarlóg fyri næsta ár, sum varð lagt fram í morgun.
Tað eru einir 7000 føroyingar, sum hoyra so illa, at teir einki fáa burtur úr sendingum í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum, og MBF hevur í fleiri ár arbeitt við hesum trupulleikanum.
– Støðan er tann, at hesi ikki kunnu fylgja við í sendingunum, uttan at sendingarnar verða tekstaðar til føroyskt, sigur hon.
Hon sigur, at seinastu vikurnar hevur MBF sent teldubrøv beinleiðis til landsstýriskvinnuna í mentamálum, somuleiðis hava tey ringt at kalla dagliga til embætisfólk í Mentamálaráðnum, men tey taka ikki telefonina.
– Tílíkt eigur ikki at vera góðtikið í einum framkomnum landi, sigur Tóra við Keldu.
Og hon sigur, at tey kunnu ikki koma til aðra niðurstøðu, enn at samgongan einki leggur í ST sáttmálan um fólk, ið bera brek.
Trýst HER og les meiri um, hvat hon heldur um raðfestingarnar hjá samgonguni á hesum øki.