Feløgini, sum hava sett Christian Andreasen í støðu sum forsetavalevni, høvdu í gjár felags fund, har uppstillingin til FSF-valið enn einaferð var til viðgerðar.
Sum skilst, so vóru øll tey níggju feløgini, sum hava sett uppskotið fram, ikki til staðar á fundinum. Men kortini ljóðar, at semjan kring forsetavalið er somikið breið, at Christian Andreasen er púrasta vísur í at verða valdur til forseta.
Semjan køvir stríðið
Verður hetta so, so verður talan samstundis um eitt val millum tvey valevni, sum at kalla ikki hava verið í valstríði. Í øllum førum ikki fyri opnum skíggja.
Lítil ivi er um, at bæði sitandi forsetin og avbjóðarin hava verið í samband við hópin av formonnum kring landið, og eitt nú hevur Høgni í Stórustovu sent bræv út til formenninar.
Men hóast hetta, og hóast Høgni í Stórustovu var partur av 3-2 sendingini hjá Kringvarpinum, uttan at mótvalevni hansara stillaði upp, so tykist Christian Andreasen als ikki at hava hug at koma út í nakað alment orðaskifti kring valdystin.
Semjan, sum varð gjørd í heyst, tá øll tey føroysku fótbóltsfeløgini vóru á fundi, innibar millum annað, at uppvaskið í FSF skuldi haldast innandura. Feløgini høvdu fingið nóg mikið av ósemjum, sum vórðu breiddar um allar geilar, og eftir at stóru linjurnar í semjuni vórðu lætnar pressuni, hevur merkiliga lítið verið at hoyrt úr felagsskapinum.
At broytingar skuldu koma, stóð tó alla tíðina greitt, og leygardagin skal semja, sum varð gjørd í heyst, standa sína roynd.
Stendur semjan við, so er eingin ivi um, at Christian Andreasen verður nýggjur forseti, meðan Róin Schrøter, Fríðin Ziskason og Jákup Martin Joensen verða nýggir nevndarlimir. Stendur semjan hinvegin ikki royndina, er lagt upp til kampval um forsetasessin, meðan Heðin D. Poulsen úr Havn tá fer í spæl sum nevndarvalevni.