Samgongan sitið eitt ár

Hósdagin er eitt ár síðani hendan samgongan tók við - løgmaður nøgdur við fyrsta árið

Hálvan september í fjør tók samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn við landsins stýri.

 

Samgonguleiðarin, Aksel V. Johannesen, løgmaður, Javnaðarflokkurin, er væl nøgdur við tað arbeiðið, sum samgongan hevur framt hetta fyrsta árið í samgonguskeiðnum.

 

-Vit hava hildið tað vit lovaðu og vit arbeiða miðvíst eftir samgonguskjalinum, sigur hann nú beint undan ársdegnum hjá samgonguni.

 

Ovast raðfest í samgonguskjalinum er ein nýskipan av fiskivinnuni. Ein arbeiðsbólkur situr og arbeiðir við einum uppskotið um lóg um vinnuligan fiskiskap, sum skal  latast ladnsstýrismanninum við fiskivinnumálum 1.oktober.

 

Løgmaður vísir á ymiskt annað, sum samgongan hevur framt ella hevur sett í gongd.

 

Les meira í Sosialinum, sum júst er komin á gøtuna.