Samgongan siglir vandasjógv

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, umboðandi Sjálvstýrisflokkin í Vinnunevndini

-------

 

 

Núsitandi landstýrismaður í fiski- og tilfeingismálum hevur sagt, at vit eiga at vera varin og ansa eftir, at vit ikki tosa okkum til eina kreppu. Hetta eru sanniliga vísdómsorð, men tíverri má ásannast, at langt er ímillum, at orð og gerðir fylgjast. Tað er beinleiðis oyðileggjandi fyri vinnuna og trúvirði á politisku skipanina, at ymiskar útsagnir koma, har løgmaður og landstýrismaðurin í fiski- og tilfeingismálum eru samdir um at fylgja tilmælum um munandi niðurskurð av fiskidøgum, serstakliga hjá húkaflotanum, samstundis sum ætlanin er at avtaka frádráttin hjá fiskimonnum. Partar av samgonguni taka ikki undir við yvirmonnunum og tala beinleiðis ímóti. Eg siti eftir við spurninginum. “Hvørjum gagna fráboðaninar hjá løgmanni og landstýrismanninum í tilfeingismálum og hví koma hesar útsøgnir beint áðrenn viðgerðina av fiskidøgunum fyri fiskiárið 2008/9? Partar av fiskiflotanum liggja, tí tað loysir seg ikki at loysa frá landi vegna ovurdýru oljuprísirnar og tí er ein annar spurningur: “Hvussu nógvir fiskidagar eru brúktir higartil í ár innan ymisku bólkarnar og hvussu nógvir dagar verða væntandi ikki nýttir í ár”?

Uttan iva verður hópflýggjan úr fiskivinnuni eftir seinastu útsøgnunum frá serfrøðingunum á landi og teimum, oddamenninir úr samgonguni ið nú sita við valdinum eru komnir við.

Fiskivinnan er framhaldandi álitið og høvuðsgrundarlag undir framtíðar málinum, at fáa ein sjálvberandi búskap.

Vit liva í støðugari kapping við grannalond okkara, og verða umstøðurnar nógv betri í grannalondunum, missa vit okkara dugnaliga sjófólk, tað kemur at kosta í seinra enda. Í dag gjalda sjómenn skatt av 86% av inntøkunum upp til 500 túsund. Løgtingið hevur samtykt at broyta FAS-skipanina, so hon kann kappast við NIS og DIS. Eftir 1. januar 2009 koma teir ella tey sum sigla undir hesi skipan at hava 0 krónur í lands- og kommunuskatti, tí skatturin fer sum beinleiðis stuðul til reiðaríið. Ein meiriluti í Løgtinginum metti, at hetta er eitt neyðugt stig at taka, fyri at føroyska samfelagið kann fáa eitt annað bein at standa á umframt fiskivinnuna.

“Hvussu kann tað betur gagna tí føroyska samfelagnum, at vit missa dugnaligar fiskimenn til olju og farmavinnuna, har teir sigla undir FAS og als ongan skatt skulu gjalda í mun til í dag, har teir gjalda skatt av størsta partinum av inntøkuni” ?

Tað var ringast hugsandi tíðarbili, løgmaður valdi at fráboða avtøkuna av fiskimannafrádráttinum, og samgongan má beinan vegin taka hesa fráboðan aftur.

Tað áliggur somuleiðis løgmanni at greiða fólki frá, hvørja ávirkan tað fær á føroyska samfelagið og heimliga arbeiðsmarknaðin, um fríu marknaðarkreftirnar skulu ráða og skipini uttan avmarkingar kunnu landa alla veiðina uttanlands.

Politiska skipanin hevur sum høvuðsábyrgd, at skapa tryggar karmar um vinnuna og vísa á, hvussu vit stýra uttan um skerini, nú mótrákið tykist harðari enn higartil kent. Talan er um okkara høvuðsvinnu og eina rúgva av arbeiðsplássum bæði á sjógvi og landi. Her er brúk fyri samskifti, samstarvi og breiðum semjum millum politikarar og arbeiðsmarknað, hvussu vit á besta hátt í felag kunnu møta framtíðar avbjóðingunum.