Samgongan samd um sjálvstýri

Eftir drúgt fundarvirksemi seinstu dagarnar letur til, at flokkarnir í samgonguni eru vorðnir samdir um ein nýggjan leist til føroyskt fullveldi

 

Samgongulimir eru komnir væl ávegis til eina semju um eina hóvliga gongd fram móti fullveldinum.

Hetta frætta vit frá samgongulimum eftir nógva fundarvirksemið, ið hevur verið bæði innanhýsis í flokkunum og millum flokkarnar í samgonguni seinastu dagarnar. Drúgva fundarvirksemið tykist hava borið frukt. Samgonan boðaði fyrrapartin í gjár frá, at landsstýrið fór at halda tíðindafund um ætlanir landsstýrisins í sjálvstýrismálinum í gjár klokkan fýra. Hetta er eftir at dagsins Sosialurin varð prentaður.

Seinastu dagarnar hava ábendingar verið um, at samgongan møguliga fór at slitna, og Fólkaflokkurin hevur dúgliga fríggjað til Javnaðarflokkin. Men formaðurin í Javnaðarflokkinum, Jóannes Eidesgaard, hevur eingi boð fingið frá Fólkaflokkinum um at

? Tað kann hugsast, at útmeldingarnar frá Fólkaflokkinum hava verið ein máti at fáa Tjóðveldisflokkin á glið, segði Jóannes Eidesggard við útvarpið fyrradagin.

Hetta tykist eisini vera rætt, tí sum vit skilja á samgongulimum, eru partarnir um at semjast um eina ætlan, har fullveldi liggur einaferð frammi í tíðini.