Um tvær til tríggjar vikur verður greitt, hvussu makrelmálið fyri 2012 verður loyst. Tá vita allir skipabólkar, hvat teir hava at fyrihalda seg til.
Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, sigur, at nú verður makrelsemjan løgd fyri flokkarnar.
- Eg dugi ikki at ímynda mær nógvar snávingarsteinar í flokkunum, tó at tað sjálvandi kann koma fyri, at onkrir smálutir verða broyttir, sigur Jacob Vestergaard.
Hann vil ikki fara niður í smálutirnar í semjuni, men tað liggur greitt, at makrelveikðan í ár skal geva landskassanum 120 milliónir krónur.
Hetta verður gjørt við tilfeingisgjaldi, og nevnt hevur verið, at talan verður um eitt gjald á umleið tvær krónur fyri kilo.
- Tá semjan er liðugt viðgjørd í flokkunum verður uppskot til lógartekst lagt fyri Løgtingið, og eg miði ímóti, at fáa málið avgreitt áðrenn hesin mánaðurin er farin, sigur Jacob Vestergaard.
Eitt annað, sum fiskimenn longu nú kunnu fyrihalda seg til er, at makrelurin verður býttur út á allar skipabólkar.
- Tað hevur alla tíðina ligið í kortunum, at allir skipabólkar skuldu fáa lut í makrelfiskiskapinum, slær Jacob Vestergaard fast.
Ikki olympiskt
Stóru atfinningarnar móti makrelfiskiskapinum í fjør var sonevnda olympiska fiskaríið. Hesar atfinningar komu ikki minst frá Fólkaflokkinum og frá núverandi fiskimálaráðharra, Jacob Vestergaard.
So hóast fiskimálaráðharrin ikki vil fara niður í smálutirnar í semjuni, so er neyvan nakar ivi um, at einstøku skipini fáa egnar kvotur. Harvið kunnu skipini sjálvi gera av, nær tey fiska sínar kvotur, fyri á tann hátt at fáa sum mest burtur úr.
Ein partur av inntøkunum hjá landskassanum frá makrelinum stavar frá landingargjaldi.
- Mett verður ikki, at vit hava nóg mikið av frystiorku á landi í Føroyum í ár, og tí verður neyðugt at loyva móðurskipum inn í føroyskan sjógv at taka ímóti makreli eisini. Tað verður so álagt teimum skipunum, sum landa til hesi móðurskip eitt ávíst landingargjald fyri kilo, sigur Jacob Vestergaard.
Lógaruppskotið um makrelfiskiskapin í ár er mest sum klárt, og tí vónar fiskimálaráðharrin, at tað kann avgreiðast skjótt í tinginum.
- Av røttum átti hetta málið at verið avgreitt longu, men vónandi er klárt til makrelin um tvær til tríggjar vikur, sigur Jacob Vestergaard.