Samgongan raðfestir fólkaskúlan høgt

Tað er tí ikki rætt, tá ið Føroya Lærarafelag og ávísir andstøðupolitikarar føra fram, at landsstýrið ikki vil játta neyðuga peningin til nýggju fólkaskúlalógina. Tvørtur ímóti vísa tølini, at hetta landsstýrið hevur raðfest fólkaskúlan høgt, og tí er játtanin eisini økt munandi meiri, enn tað, nýggja fólkaskúlalógin hevur elvt til

Sambært tingskipanini skal í almennu viðmerkingunum til lógaruppskot verða upplýst, hvør fíggjarligur kostnaður stendst av uppskotinum.

Tað verður emtt sum sera álvarsligt, um ein landsstýrismaður gevur løgtinginum villleiðandi upplýsingar. Tí er í løgtingslóg um ábyrgd landsstýrisins ásett, at landsstýrismaður kann verða revsaður, um hann gevur villleiðandi upplýsingar, ella um hann, tá ið løgtingið viðger eitt mál, tigur við upplýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málinum.

Tá ið landsstýrismaðurin Eilif Samuelsen legði nýggju fólkaskúlalógina fyri løgtingið, var hetta upplýst um fíggjarliga kostnaðin (løgtingstíðindi 1996, bl.s. 533):

Mesti meirkostnaður kemur at standast av forskúlaflokkum, smb. greinina um Forskúlaflokkur í lógaruppskotinum. Hesin meirkostnaður er mettur til o.u. 6 mill. krónur árliga, um so er, at allur árgangurin tekur ímóti hesum tilboði. Eitt sindur av meirkostnaði kann standast av trímæltum næmingum og verkætlanaruppgávunum í 9. og 10. flokkunum. Roknast má við, at nakað av eykaútreiðslum eisini fara at standast av øktari eftirútbúgving av lærarunum. Um breytatilboðini verða sett í verk, kunnu tey fara at kosta meir enn verandi undirvísing í 10. flokki, tí talan verður m.a. um næmingaflutning og møguligt samstarv við aðrar skúlaformar. Ringt er tó at áseta nakra upphædd, tí alt veldst um vavið. Skúlavegleiðaraskipanin verður mett at kosta einar 3-4 starvssetanir meira. Fólkaskúlaráðið fer at bera eitt sindur av meirkostnaði við sær. Annars verður ikki hildið, at verandi uppskot skuldi borið aðrar øktar útreiðslur við sær.

Bæði Lærarafelagið og Tórshavnar skúlaráð mettu, at meirkostnaðurin var nógv størri. Tí varð hesin spurningur gjølla viðgjørdur undir nevndarviðgerðini í løgtinginum. Í løgtingstíðindi 1996, bl.s. 589, verður sagt »Landsstýrismaðurin í skúlamálum hevur fyri nevndini upplýst, at talan verður í mesta lagi um 8,5 mió. í meirkostnaðin um árið, um uppskotið til fulnar verður framt í verki (sí hjálagda skjal frá landsstýrismanninum 14.05.97)«.

Skjalið, mentanarnevndin vísir til, at hevur landsstýrismaðurin Eilif Samuelsen undirskrivað, og har er nærri útgreinað, hvussu nógv nýggja fólkaskúlalógin fer at kosta. Tað eru nevnd 6 øki, sum bera í sær meirkostnað. Av teimum 6 økjunum eru tað bara forskúlin (6,188 mió. kr.) og skúlavegleiðaraskipanin (3-4 ársverk) sum bera í sær, at fleiri lærarar skulu verða settir í starv.

Forskúlin er ikki settur í verk. Verður kostnaðurin fyri hann drigin frá, at meirkostnaðurin, sambært upplýsingunum hjá landsstýrismanninum Eilif Samuelsen, til restina av nýggju fólkaskúlalógini góðar 2 mió. kr.

Verður hugt at játtanini til fólkaskúlan, so e rhon økt nakað seinnu árini: Fra 1997 til 2000 er játtanin økt úr 133,5 mió. kr. til 161 mió. kr. tvs. 27,5 mió. ella yvir 20%. Nakað fer til lønar- og prísvøkstur og økt næmingatal, men eftir eru 10-12 mió. kr. Hetta er farið til KT, eftirútbúgving og at umflokka lærarar og leiðarar vegna nýggju fólkaskúlalógina. Sostatt er játtanin til fólkaskúlan økt nógv meiri, enn tað, sum sambært upplýsingum frá landsstýrismanninum Eilif Samuelsen, fór at standast av nýggju fólkaskúlalógini.

Fólkaskúlin er tí á ongan hátt skerdur, men hevur hetta landsstýrið tvørturímóti bøtt um teir fíggjarligu karmarnar hjá fólkaskúlanum.


Karsten Hansen, landsstýrismaður