Hetta er greitt eftir at Landsstýrið hevur lagt nøkur uppskot fyri Løgtinginum. Longu er greitt, at nýggja fiskivinnulógvgávan fer at geva teimum ríkastu meir, men nýggja pensjónsuppskotið og uppskotið um skattafrádrátt til lærlingar staðfestir, at samgongan einans vil ríka tey ríkastu.
Undanfarna samgonga samtykti eitt pensjónsuppskot, sum gjørdi tað munandi lættari hjá pensjónistum, sum bara høvdu fólkapensjón og Samhaldsfasta at liva fyri. Við nýggja pensjónsuppkotinum hjá samgonguni fáa tey, við góðari eftirløn, meira. Løgtingsfólkið, læknin og stjórin. Uppskotið hevur heldur ikki verið til hoyringar hjá viðkomandi pørtum, men hví skal tað tað, tá samgongan einans vil ríka tey fáu?
Uppkotið um skattafrádrátt til lærlingar minnir nógv um flatskattin, sum BADH samgongan innførdi. Hvør minnist ikki, tá ið Jørgen Niclasen í øvutum Robin Hood-stíli tók frá teimum veiku og gav til rey ríku?
Nevnast skal, at vit eru fegin um, at Beinir Johannesen úr Fólkaflokkinum leggur uppskot framm, sum lætta um hjá teimum ungu. Men vit ynskja eina meira progresiva skipan, har teir læringarnir, ið tjena minst, fáa størri frádrátt. Sum nú er, fáa teir lærlingarnir við høgari inntøku, tann størsta skattafrádráttin.
Alt bendir á, at samgongan við Fólkaflokkinum á odda einans fer at arbeiða fyri ein bólk í samfelagnum. Vónandi verður skaðin ikki óv stórur, og óv nógv órudd at taka upp hjá einari komandi samgongu.
- Sosialistisk Ung

Samgongan ríkar tey ríkastu

