ÓLAVUR Í BEITI
Heðin Mortensen hevur sett Finnboga Arge fyrispurning viðvíkjandi flogvølli á Glyvursnesi, og spyr Heðin Mortensen, hvørjar ætlanir landstýrið hevur um flogvøll á Glyvursnesi? Um ongar ætlanir eru, so ynskist svarað, hvør ætlan so er fyri framtíðar flúgving til og úr Føroyum? Hevur landsstýrið ætlanir um flogvøll á Glyvursnesi, so ynskist svarað, nær ætlanin er at fara undir arbeiðið? Hvørja støðu hevur landstýrið til, at t.d. Tórshavnar býráð fer undir at fyrireika og byggja flogvøll á Glyvursnesi? Og at enda spyr Heðin Mortensen, hvussu langt landsstýrið er komið við fyrireikingunum at skipa flúgving ímillum Tvøroyri og miðstaðarøkið?
40 ár síðan
Í viðmerkingunum, sigur Heðin Mortensen m.a., at fyrstu kanningarnar um ein framtíðar flogvøll í Føroyum vórðu gjørdar fyri 40 árum síðani. Tað varð gjørt, tí øll vóru samd um, at ein framtíðar flogvøllur ikki skuldi vera í Vágum. Tað var ikki møguligt, tí lendið var ikki til tað.
? Síðani er nógv tosað aftur og fram, og seinast í 80?unum vóru ætlanir frammi um ein flogvøll á Glyvursnesi. Men tann ætlanin datt niðurfyri. Tað er eingin sum helst ivi um, at í framtíðini verður neyðugt við einum størri flogvølli enn honum, sum er í dag.
? Ein flogvøllur, sum er 1800 metrar, kann taka ímóti øllum meðalstórum flogførum, og verður hann so longdur, so kunnu flogførini vera enn størri. Og tað ber eisini til at gera ein flogvøll á Glyvursnesi fyri 130 mió. kr., um tilhoyrandi fasilitetir ikki vóru gjørdir í fyrsta umfari. Tað ber til at nýta høli í býnum til avgreiðslu o.a.
Millumlenda í Føroyum
? Ein góður og tryggur flogvøllur er avgjørt neyðugur, bæði fyri føroyskt vinnulív, og ikki minst nú oljuvinnan stendur fyri durum. Kundu størri flogfør enn tey, sum vit í dag kenna til um okkara leiðir, lent á einum størri flogvølli, so vórðu avbera góðir møguleikar fyri at útflutt feskan fisk. Vit vita øll, at alivinnan er nógv ment, og at hon framvegis mennist.
? Haraftrat hevði ein størri flogvøllur gjørt tað møguligt hjá flogførum at millumlent í Føroyum, áðrenn tey fara víðari. Og so vísa kanningarnar eisini, at øll flogfør kundu lent og lætt við fullari last. Og tey flogfør, sum flúgva úr Føroyum, kundu flogið munandi longri, enn tey gera í dag, sigur Heðin Mortensen.
Ov stuttur
? Nú eru ætlanir um at gera undirsjóvartunnil undir Vestmannasund fyri einar 300 mió. kr. Leggja vit øll hesi tølini saman, so er ikki tann stóri munurin á prísinum á einum flogvølli á Glyvursnesi og at útbyggja flogvøllin í Vágum og gera aðrar íløgur í tí sambandi.
? Stjórin í Atlantsflog hevur alment sagt, at neyðugt er við einum flogvølli aftrat, tí fólk fara ikki at góðtaka seinkingar vegna veður. Tí er neyðugt við einum flogvølli aftrat í Føroyum. Og stjórin í Atlantsflog segði samstundis, at flogvøllurin í Vágum er ikki nóg langur til smá jettflogfør, sum høvdu verið hóskandi ímillum Føroyar og fleiri onnur pláss her á leið.
? Tí er heldur eingin ivi um, at neyðugt er við einum flogvølli aftrat, og tann flogvøllurin má vera longri enn flogvøllurin í Vágum, og tað ber til á Glyvursnesi. Vónandi hevur landsstýrið hetta í huga, tá hugsað verður um íløgur í framtíðini, sigur Heðin Mortensen m.a. í viðmerkingunum.








