Samgongan ognartekur pengarnar hjá fólki

Hetta er eitt misfostur, sigur formaðurin í Havnar Handverkarafelag

- Tað er ófatuligt, at lærd fólk, sum hava sitið á skúlabonki stóran part av sínum lívi, í rámasta álvara hava sitið og brúkt tíð og kreftir uppá eitt slíkt misfostur av eini lóg.

 

So hvassorðaður er Eli Brimsvík, formaður í Havnar Handverkarafelag, í atfinningum sínum ímóti nýggju pensjónslógini, samgongan hevur samtykt.

 

Hann er tann seinasta fakfelagsfólkið, at melda seg upp í kórið av teimum, sum hava funnist at nýggju pensjónslógina.

 

Hann heldur ikki, at hon javntsetir øll í Føroyum. Og hann heldur harafturat, at tað, samgongan hevur gjørt, er rætt og slætt at ognartaka lønina hjá fólki

 

 - Lógin ásetur, at allir borgarar í landinum millum 21 og 67 ár, við nøkrum fáum undantøkum, skula rinda til sína egna aldurdóm.

 

Eisini hevur samgongan samtykt, allar eftirlønir skula skattast við inngjald.

 

- So skuldi ein trú, at restin var ogn hjá borgaranum, men so er ikki, staðfestir Eli Brimsvík.

 

Tvørtur ímóti tekur samgongan sær rætt til at avgera, hvussu ein borgari skal hava peningin út aftur, hóast at hetta er peningur, sum skattur longu er goldin av.

 

- Hetta er eftir mínum tykki, at fara ov langt. Eg havi altíð bilt mær inn, at tá eg havi goldið skattin av míni løn, havi eg ræðisrætin á restini.

 

- Høvdu vit ikki eftirløn, minsta tímalønin hjá einum handverkara  ikki 128,93 krónur um tíman, men 145,69 krómur, umframt frítíðarløn.  

 

 

Men samgongan hevur samtykt eina lóg, sum sigur, at minst 45 prosent

skal verða útgoldin sum lívslong veiting, lívrenta,ið verður goldin leypandi, so leingi tann, sum eigur, og hevur stovnað tryggingina, er á lívi, men sum fellur burtur, tá viðkomandi doyr.

 

Men er eftirlønarsamansparingin hjá øllum føroyskum eftirlønarveitarum tilsamans minni enn 400.000 krónur við eftirlønaraldur, kunnu ístaðin upp til 60.000 krónur rindast út sum kapitalútgjald, og restin verða goldið við upp til 2.500 krónum um mánaðin.

 

- Aftur her síggja vit, at vit verða ómyndiggjørd ov okkara myndugleikum, sigur Eli Brimsvík.


 

- Eg havi sera ringt við, at fata hvussu okkara mynduleikar kunna loyva sær,at avgera  hvussu okkara egnu pengar skula útgjaldast, tá vit koma har til.

 

- Og uppaftur verri  er, at eru vit so óheppun, at doyggja áðrenn eftirlønaraldur,  tekur samgongan sær rætt til at ognartaka ein part av innistandandi, sum vit hava uppspart og sum vit hava goldið skatt av.

 

- Hettar er á markinum til diktatur og anarki, og er tað mær ein gáta, at eingin politikari setur spurnartekin við hettar, sigur formaðurin í Havnar Handverkarafelag.

 

Les meiri um, Hvat Eli Brimsvík heldur um eftirlønarlógina, við at trýsta HER