Samgongan og Suðuroyarsiglingin

Manglandi vilji í samgonguni og tinginum um at betra Suðuroyarsiglingina

Tað síðsta, sum vísur at so er, var atkvøðugreiðslan um, at betra farleiðina í desember mánaða við tveimum túrum um vikuna. Hetta málið fall tíverri, eisini við hjálp úr andstøðuni. At atkvøða ímóti hesum uppskoti tí sagt verður, at tað blívir arbeitt við einari heildarloysn er bert undanførsla, tí uppskotið er bert galdandi fyri desember mánaða.


Hergeir Nielsen skilir ikki

Hergeir Nielsen skilir ikki hví hansara navn blívir tikið upp á tungu, tá ið Suðuroyarsiglingin verður umrødd.

At Hergeir Nielsen yvirhøvur verður nevndur er bert tí, at hann mær vitandi býr í Suðuroy og er tinglimur í samgonguni. Undirritaði hevur tikið sum givið, at Hergeir Nielsen sum tinglimur í samgonguni hevur eina, í minsta lagi, pinkulítla ávirkan á samgongupolitikkin, herundir eisini suðuroyarsiglingina. Skrivaða orðið í samgonguskjalinum er eitt, veruleikin nakað heilt annað.


Skulu suðuroyingar trúgva uppá samgonguna

Undir verandi samgongu er suðuroyarsiglingin versnað munandi. Verandi fólkaflokslandsstýrismaður í samferðslumálum hevði nokk verið glaður um eingin suðuroyarsigling var, tí so hevði hann sloppið frá at sagt: at arbeitt verður við málinum. At Hergeir Nielsen trýr uppá landsstýrismannin er møguligt, men tað kunnu ikki vera nógvir aðrir suðuroyingar sum trúgva uppá hvat Finnbogi Arge sigur, hvørki viðvíkjandi samferðsluni til Suðuroy ella vinnulívinum í Suðuroy.


Aðrir tinglimir gera vart við seg

Alt sum Rúna Sivertsen ger vart við um Norðoyggjar, í viðtalu við Dimmalætting 5. des. er enn meira átrokandi fyri Suðuroy og útoyggjar annars. Áhugavert verður at hoyra, hvat Finnbogi Arge fer at svara Rúnu Sivertsen um Leirvíksleiðina, tí henda farleiðin er munandi betri fyri enn Suðuroyarleiðin.

At Hergeir Nielsen og Henrik Old føla seg raktar tí undirritaði dittar sær at skriva um suðuroyarsiglingina, sæst best av teimum viðmerkingum teir hava til mína skriving.

Teirra viðmerkingar um hvat fór fram fyri 20-25 árum síðani og fortíðini annars, kunnu teir vónandi læra okkurt av, annars kann tað ikki brúkast til so nógv.

Eisini undrar tað meg, at teir sum suðuroyingar ikki kunna viðgera suðuroyarsiglingina, uttan at tað skal blandast politiskur litur uppí. Avgerandi er, at núverandi farleið blívir munandi betri og tað hava tit sum fólkavaldir tinglimir í Suðuroy ein møguleika fyri at ávirka.


Finnleif Guttesen

Tvøroyri