Samgongan og samkynd: Støðan er einki broytt

Nú skulu Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin velja, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum

Tað ber væl til at loysa kreppuna, sum samgongan er komin í. Tað er Jenis av Rana, landsstýrismaður fyri Miðflokkin, og formaður floksins, sannførdur um.

 

Samgongan kom í kreppu fyrr í vikuna, tá ið Løgtingið samtykti eitt uppskot um at geva samkyndum foreldrum sama rætt, sum onnur foreldur. Tá hendi tað, at Johan Dahl úr Sambandsflokkinum, og Annika Olsen úr Fólkaflokkinum, atkvøddu fyri málinum, saman við andstøðuni – og sostatt varð tað samtykt.

 

Annars hevur samgongan bundið seg til ikki at atkvøða fyri uppskotum, sum samgongan ikki er samd um. Og hesum málinum um rættindi til samkynd foreldur, er eitt mál, samgongan eru ósamd um, men hesa avtaluna settu Johan Dahl og Annika Olsen, til viks.

 

Men enn eru ikki allar súðir syftar, tí uppskotið skal samtykkjast eina ferð afturat, áðrenn tað er endaliga avgreitt. Enn er óvist nær málið verður endaliga avgreitt, men Jenis á Rana væntar, at tað verður hesa vikuna, tí Løgtingið fer í jólafrí fríggjadagin.

 

Hinvegin hava bæði Annika Olsen og Johan Dahl boðað frá, at nú er skriðan lopin og at tey eisini fara at atkvøða fyri málinum, tá ið tað skal endaliga avgreiðast.

 

Sum vit hava skrivað, er Jenis av Rana sannførdur um, at orsøkin til, at Annika Olsen atkvøddi fyri, so at uppskotið varð samtykt, var, at løgmaður ikki hevur sett Johan Dahl upp á pláss.

 

Les meiri um tað her. Hetta er úrslitið av at Johan Dahl ikki er settur upp á pláss

 

Jenis av Rana hevur gjørt púra greitt, at verður uppskotið hjá andstøðuni samtykt, er samgongan slitin í somu løtu. Og hann sigur í dag, at í so máta er støðan óbroytt. Men hann sigur at trupulleikin kann loysast, so at tað slepst undan samgongusliti og hann setir framvegis sítt álit á, at støðan broytist áðrenn málið kemur til triðju viðgerð, so at hetta uppskotið ikki verður samtykt.

 

– Nú skulu Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin taka støðu til um teir vilja vera við at stýra landinum, ella um teir vilja latið valdið upp í hendurnar á andstøðuni, sigur Jenis av Rana. Hann væntar avgjørt, at tað ber til at semjast um eina millumloysn, sum allir flokkar kunnu góðtaka.

 

Hann sigur, at kjarnin í málinum er at geva øllum børnum sama rætt. Men at spurningurin um samkynd pør verður drigin upp í, er málinum óviðkomandi og tað er bara fyri at grugga málið, sigur Jenis av Rana. Og hann heldur, at tað ber væl til at semjast um at øll børn skulu hava sama rætt, sama hvussu støðan hjá foreldrunum annars er.

 

– Hetta snýr seg um at tryggja øllum børnum sama rætt og tað er skuldi verið lagamanni at funnið eina semju um tað, leggur hann afturat. Men hann vil ikki siga, hvørja loysn hann sær fyri sær.

 

Hann staðfestir, at Miðflokkurn er púra heilur í hesum máli, men tað eru Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin, sum hava trupulleikan, og tað er teir, sum skulu vísa, um teir hava vilja til at halda fram í samgonguni, ella ikki.

 

Eydnast tað ikki at finna eina orðing, sum allir partar kunnu góðtaka, er bara ein vegur og tað er fara hvør til sítt í sátt og semju, leggur hann afturat.