Samgongan leggur stórmál fyri løgtingi

Samgongan hevur fingið akkurát so nógv á skaftið, sum ætlanin var og nú eru eisini stórmál borin niðan í tingið, sum bíðað hevur verið eftir í fleiri ár, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður

Tað er nú greitt, at samgongan fekk akkurát so nógv á skaftið í hesum tingárinum, sum ætlanin annars hevur verið.

Tað sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður.

Tað er greitt, nú evstamark er farið fyri at boða løgtingsskrivstovuni frá uppskotum, sum skulu leggjast fyri Løgtingið í hesi tingsetuni.

Og harafturat er tað greitt, at tað hevur eisini eydnast at avgreiða stórmál, sum bíðað hevur verið eftir í fleiri ár, men sum nú verða løgd fyri løgtingið.


Stórmál

Tilsamans hevur samgongan ætlað at leggja 61 uppskot fyri Løgtingið í hesi tingsetuni.

Nú tíðarfreistin fyri at bera málini í Løgtingið, er farin, er greitt, at seinastu dagarnar hevur samgongan borið 40 uppskot niðan í Løgtingið.

- Harafturat hevur samgongan fyrr í ár lagt 13 uppskot fyri løgtingið, so tilsamans eru 53 mál borin niðan í tingið síðani á nýggjárinum, sigur løgmaður.

- Øll ráðini hava arbeitt av fullari megi fyri at fáa málini liðug til tíðina, men tað eydnaðist ikki at fáa øll málini avgreidd, sum vit ætlaðu, sigur hann.

Men hann sigur, at hóast samgongan ikki fekk so nógv mál í tingið, sum ætlað, eru tað afturfyri nøkur stórmál, sum verða løgd fram.

- Tað heilt stóra málið, vit hava borið niðan í Løgtingið hesuferð, er nógv umrøddi bústaðarpakkin, sum vit hava bíðað eftir í fleiri ár nú.

Eftir tí, sum hevur verið frammi um bústaðarpakkan, er ætlanin, at hereftir skulu tey, sum fáa sær lutaíbúð, fáa somu rættindi til mvg endurgjald og rentufrádrátt, sum tey, ið byggja vanlig sethús.

Harumframt eru eisini fleiri aðrir batar nevndir, eitt nú skal tað verða lættari at bjálva sethús og at byggja íbúðir til fólk við serligum tørvi.

Annars er eisini uppskot lagt fyri Løgtingið um at gera fleiri broytingar í revsilógini, so at grovur harðskapur og onnur lógarbrot, verða harðari revsað, enn tey verða nú.

Hinvegin sigur Kaj Leo Johannesen, at spurningurin um, hvussu útbyggingarnar á samferðsluøkinum skulu endaliga raðfestast, verður tikin upp seinni.

Sostatt væntar løgmaður eisini, at samgongan fer at leggja nøkur mál afturat fyri Løgtingið, afturat hesum áleið 40, sum longu eru borin niðan.

Men skulu mál leggjast fram eftir seinasta framløgudag, krevst, at 17 tinglimir skriva undir, at tey verða løgd fram.

Og Kaj Leo Johannesen sigur, at samgongan ætlar at leggja átta uppskot afturat fyri løgtingið í hesi tingsetuni, sum endar á Ólavsøku.

- Sostatt røkkur samgongan akkurát málsetninginum um at leggja 61 mál fyri Løgtingið í hesi tingsetu, leggur hann afturat. 

Les eisini greinina: Nú sleppur tingið aftur til arbeiðis