Talan er um Honnu Jensen úr Framsókn, sum als ikki tekur undir við landsstýrismanninum, sum í dag hevur sent skúlunum boð um, at frá næsta skúlarári á rokna verður verða tríggir dagar vetrarfrí frá mikudegnum 12. februar til sunnudagin 16. februar 2025.
Les eisini: Vetrarfríðin verður tríggjar dagar
– Hesum eru eg og mong við mær hart ímóti, og bæði eg og mong við mær hava boðað frá tí aftur og aftur - bæði beinleiðis til landsstýrismannin og alment í greinum o.a., skrivar Hanna Jensen á Facebook vanga sínum í kvøld.
Men, sigur hon, landsstýrismaðurin lurtar ikki og ger ímóti einum stórum meiriluta.
– Hinvegin drálar hann við at arbeiða saman við samgonguflokkunum og øllum tinginum við semjusøkjandi arbeiði fyri fólkaskúlan, og hesum taki eg kraftiga frástøðu frá - sum foreldur, sum skúlafólk, sum royndur kommunalpolitikkari og landspolitikkari!
– Eg fari so langt sum at siga, at her verður arbeitt ímóti samgongusemjuni, skrivar Hanna Jensen.