Samgongan: Hvør sætir sær!

Nú allir løntakarar skulu tving­ast at rinda 15 pro­sent til egna eftirløn, brýt­ir sam­gong­an bæði meg­in­regl­una um sam­halds­fasta fólk­­a­pen­sjón og sosialu kon­trakt­ina, sum eyð­kenna norð­ur­lendsku væl­­ferð­ar­sam­fel­øg­ini. Og við at skatta pen­sjón­ir við inn­gjaldi, hev­ur sam­gong­an oyðslað burtur vælferð­ina hjá komandi ættar­lið­um.

Við at skatta pensjónir við inn­gjaldi hevur samgongan rykt funda­ment­ið und­an fram­tíð­ar vælferð Føroya.
Rokningin fyri flatskattin verð­ur send børnum okkara. Sam­gong­an ímyndar sær, at kom­andi pen­sjón­ist­ar skulu ikki rinda skatt til fel­ags­skap­in, og harvið til væl­ferð­ar­sam­fel­ag­ið.
Við verandi gongd verða vit 4000 færri løn­tak­ar­ar og 4000 fleiri pen­sjón­ist­ar um 25 ár. Sjálv­sagt fara tey vinn­u­føru ikki at góðtaka, at tey eins­a­møll skulu rinda fyri væl­ferð­ina, meðan teir alsamt fleiri pen­sjón­is­t­arn­ir onki lata til fel­ags­skap­in. Tí er grund­að­ur vandi fyri, at pen­sjón­ir­nar verða skattað­ar av nýggj­um tá, ella at væl­ferð­in má fíggjast við brúk­ar­a­gjøld­um.
Flatskatturin, fíggjaður við for­skatt­ing av pensjónum, er tí ein stokk­utt­ur fløvi, sum fer at níva fleiri ættarlið fram.

Øktur stættamunur
Samgongan krevur, at øll rinda 15 prosent av lønini til sína egnu persónligu pensjón. Fyrsta pro­sent­ið komandi ár, síð­an eitt pro­sent árliga, til øll eru kom­in á mál í 2028. Hetta nív­ir sjálvsagt meinast hjá lág­løntum, sum ikki hava megn­að at spara nakað upp hig­ar­til. Tá partarnir á ar­beiðs­markn­að­i­num f­ara til sam­ráð­ing­ar­borð­ið, er tískil vandi fyri, at fel­øgini hjá tíma- og lág­lønt­um mugu leggja alt upp á pen­sjón­ina fleiri ár fram í tíðina. Hetta merk­ir, at stætt­ar­mun­ur­in og ó­javnin í sam­fel­ag­num øk­ist.

Fer upp í umsiting
Nýggja pensjónsskipanin verð­ur um­sit­ing­ar­liga fløkt og kostn­að­ar­mikil. Hvør borg­ari skal hava sína egnu pen­sjóns­konto (polisu), sum skal um­sitast. Eisini verður um­sit­ing av at í mesta lagi 15 pro­sent kann vera kap­i­tal­pen­sjón, 45 prosent lívrenta og 40 pro­sent ratupensjón.

Avtaka fólkapensjónina
Persónliga eftirlønin og onn­ur inntøka verður mót­rokn­að í fólka­pensjónini – og av grund­ar­upp­hædd­ini.­ Um­framt, at hetta krevur um­sit­ing, merkir tað, at sam­gong­an, sum fyrsta landið í norð­ur­lond­um, avtekur fólka­pen­sjón­ina, sum vit kenna hana í dag.
Stakkalahjálp
Liggur tað til samgonguna, fáa bert tey, sum ikki hava havt fulla lívs­inntøku, fulla pen­sjón frá tí almenna.
Tey, sum fáa veitingar frá tí almenna, verða sann­líkt øðrvísi stillað enn onn­ur, og sostatt verður sam­halds­fasti aðaltankin um, at øll fáa fólka­pen­sjón ó­an­sæð inn­tøku, sleptur – og eyð­mýkj­andi olm­uss­u­tank­in, ella stakk­al­a­hjálp­in, sett í verk aft­ur í Før­oy­um. Hetta man vera tað nær­m­asta vit koma ó­men­ning!

Loysir seg ikki at arbeiða
Pensjónistar, sum hava hug og møg­uleika at arbeiða, verða fíggj­ar­liga revsaðir­, tí inn­tøka verður mótroknað í fólka­pen­sjón­ini. Onki eggjar teim­um at arbeiða, hóast ar­beiðs­styrk­in mink­ar, og talið av pen­sjón­ist­um økist.
Milliardir av landinum: Tað er óheppið fyri før­oysk­an búskap, at 15 pro­sent av øllum lønum, ella 1,1 mia. árliga, verður send beint av landinum um­veg­is eft­ir­løn­ar­fel­øg­ini. Meðan útlendsk eft­ir­løn­ar­fel­øg brúka eft­ir­løn­ar­upp­spar­ing­ar­nar til stór­ar í­løg­ur í lok­ala bú­skap­in og út­bygg­ing­ar av sam­fel­øg­u­num, har tey hoyra heima, senda føroysk eft­ir­løn­ar­fel­øg nær­um all­an kap­i­tal av landinum.