Samgongan hevur longu slept endanum

Samgongan hevur slept endanum – áðrenn hon er farin til arbeiðis

Samgongan hevur longu givið skarvin yvir – longu áðrenn hon er farin til arbeiðis.

Tað er dómurin hjá Jacob Vestergaard, tingmanni fyri Fólkaflokkinum, nú samgongan hevur lagt eykajáttan fyri Løgtingið.

Hetta er ein eykajáttan, sum hevur 63 milliónir krónur í halli. Ein partur av pengunum skal brúkast at keypa gamla bygningin hjá Sjóvinnubankanum á Kongabrúnni til almenna fyrisiting.

Ein annar stórur partur er at framskundað eina játtan upp á 40 milliónir til Viðareiðistunnilin, so at hann kann gerast liðugur, langt áðrenn, tað annars var ætlanin.

Verður Viðareiðistunnilin tikin frá, er hallið góðar 23 milliónir krónur.

Men Jacob Vestergaard heldur, at tað er ongin meining í at játta hesar nakrar av hesum pengunum nú, tað kann akkurát tað sama bíða til næsta ár, tí tað er avmarkað, hvat kann brúkast í ár kortini.

- Endamálið við hesum kann bara vera at flyta eitt hall næsta ár, til í ár, so at hallið fyri í ár verður nógv størri enn annars.

Sostatt kann fíggjarlógin fyri næsta ár sminkast nakað væl, so at hallið ikki verður so stórt næsta ár.

- Hetta er sminka fíggjarlógina fyri 2016 og at flyta eitt stórt hall næsta ár til í ár, so stutt kann tað sigast, tí tað er einki endamál at koma við nógvum av hesum nú. Tað eigur at bíða til næstu fíggjarlóg, sigur Jacob Vestergaard.

Hetta vísir bara, at samgongan hevur slept endanum, áðrenn hon er byrjað, heldur hann.

- Samgongan tosaði um at tað var neyðugt at hava avlop í góðum tíðum, men fyrsta avrikið hjá samgonguni er eitt uppskot við einum halli á 63 milliónir, heldur Jacob Vestergaard.