Tað er nú greitt, at samgongan ætlar ikki at halda politiska lyfti um, at egingjaldið til hoyribrekað skuldi takast av á nýggjárinum.
Í fjør samtykti Løgtingið at áseta egingjald upp á 2.000 krónir fyri hoyritól, sum tey fáa frá tí almenna
Samstundis var ískoytið til hoyritól frá privatum veitara, lækkað niður í 4.000 krónur.
Men tá varð gjørt greitt, at hetta skuldi bara vera fyribils og at gjaldið skuldi avtakast aftur í seinasta lagi nú á nýggjárinum
Men nú hevur Almannamálaráðið boðað frá, at egingjaldið verður ikki avtikið og at ætlanin er sostatt ikki at halda lyftini hjá undanfarnu samgongu.
Hetta mótmælir felagið fyri hoyribrekað harðliga, tí tey stúra fyri øllum teimum, sum hava brúk fyri hoyritóli.
- Við at fasthalda egingjøld hjá teimum, sum hava tørv á hoyritólum, ger landsstýriskvinnan í almannamálum seg inn á møguleikarnar fyri lættari atkomiligheit hjá fólki við hoyribreki, sigur felagið.
Felagið fyri hoyribrekað vísir á, at hetta seinasta árið eru færri hoyritól útflýggjað enn vanligt og tey halda, at tað er ein avleiðing av egingjaldinum.
- Eftir okkara meting hevur egingjaldið ta avleiðing, at fólk drála sum longst við at fáa sær hoyritól og hetta hevur stóra ávirkan á lívsvirðið og arbeiðsførleikan hjá tí hoyrnarbrekaða.
- Tað er júst hetta, at egingjøldini virka tálmandi, sum Felagið fyri hoyribrekað óttast, og tí mæla vit staðiliga frá, at egingjøldini skulu verða ein forðing fyri, at fólk, sum hava tørv á hoyritólum, fáa tey, sigur felagið fyri hoyribrekað.









