Samgongan ger Føroyar fátækari

Hóast mongu føgru lyftini frá løgmanni í ólavsøkurøðuni, so ber førdi politikkurin hjá samgonguni hesar fyrstu mánaðirnar dám av, at lítið og onki av tí, ið tey ætla at fremja, er fíggjað.

 

 

Ístaðin fyri at menna og stimbra føroyska búskapin, so hevur sitandi samgonga heldur framt og er í ferð við at fremja fleiri átøk, ið hava eina køvandi ávirkan á búskapargongdina:

 

1️) Skert virkisfrælsi hjá vinnuni

2️) Minka um inntøkukeldurnar

3️) Skert arbeiðsútboðið til arbeiðsmarknaðin

4️) Samgongan mótarbeiðir verjusemjuni

 

Væl kent er, at hesir flokkar, ið nú sita við valdið, í alt ov stóran mun meta avgjøld og skattir vera gongda leiðin til fíggingina av einum vælvirkandi vælferðarsamfelag.

 

Trupulleikin er bert tann, at um vit leggja fótonglar fyri vinnulívið, so eru vit samstundis við til at niðurlaga búskapin.

 

Í ólavsøkurøðuni segði løgmaður, at grundað á góðu gongdina í búskapinum, so er tað eisini mest ábyrgdarfult at niðurlaga ríkisveitingina.

 

100 milliónir krónur er ein risaupphædd, tá ein hugsar um, at við øllum avgjøldum á ali- og tilfeingisvinnuna, so megnar samgongan møguliga bert at vísa á eitt avlop á 60 milliónir krónur við ársenda.

 

Umframt at skerja virkisfrælsið og minka um inntøkukeldurnar, so valdi samgongan fyri stuttum at fella uppskotið hjá Sambandsflokkinum um at strika mótrokninga í fólkapensjónini.

 

Sambandsflokkurin hevði lagt hetta uppskotið fram við tí fyri eyga at nøkta tørvin á arbeiðsmarknaðinum, so teir pensjónistar, ið megna og vilja, kunnu arbeiða eftir pensjónsaldur, uttan at verða mótroknaðir.

Samanumtikið, so tykjast lyfti løgmans í røðu sínari veruleikafjar, tá hugt verður eftir fíggjarstýringini hjá samgonguni higartil.