Samgongan góðtekur ikki hall

Íløgutørvurin í Føroyum er stórur sum ongantíð áður. 313 mio. eru settar av til íløgur komandi ár. Búskaparliga er einki til hindurs fyri, at landið hevur hall á fíggjarlógini, nú íløgutørvurin er so stórur, men Kristina Háfoss sigur, at eitt hall á fíggjarlógini gongur beint ímóti ynskinum hjá samgonguni um ein sjálvberandi búskap

Íløgutørvurin veksur bara.Á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2004 eru 313 mio. krónur settar av. Størsta íløgan hjá landinum verður nýggja suðuroyarskipið. Skipið kostar í alt 300 mio., og komandi ár verður síðsta gjaldið á 109 mio. krónur goldið.
Av øðrum íløgum kunnu nevnast 32 mio. krónur til bústovnar til sinnisveik og eldrabústaðir. Útbúgving og gransking fáa eisini høga raðfesting við 35 mio. krónum.
Seinastu árini er stórur partur av íløguútreiðslunum hjá landinum farin til nýggja suðuroyarskipið og nýggja Landssjúkrahúsið.
Í bóklinginum um fíggjarlógaruppskotið 2004 stendur, at tað verður ein munandi lætti hjá landinum í 2005, tá suðuroyarskipið ikki longur verður á íløguætlanini.

Øking
Hyggur ein nærmari at íløgutørvinum hjá landinum farnu árini, sæst, at íløgurnar er støðugt øktar. Frá 2000 eru samlaðu íløgurnar hjá landinum hækkaðar við góðum 150 mio. krónum. Tað er einki dulsmál, at íløgurnar eru óvanliga stórar í løtuni. Suðuroyarskip og komandi Norðoyatunnil eru ikki vanligar íløgur, og tí er íløguætlanin hjá landinum væl størri enn undanfarin ár. Tá hesar stóru verkætlanir eru gjørdar og goldnar, kundi ein freistast at hugsa, at íløgutørvurin hjá landinum lækkar aftur nakað.

Undirskot
Røddir hava verið frammi um, at hyggur ein at fíggjarætlanini við búskaparligum eygum, átti einki at verið til hindurs fyri, at landskassan, hesi árini við óvanliga stórum íløgum, hevur undirskot. Ein grundgeving er, at landsins fíggjarætlan als ikki kann sammetast við eina fíggjarætlan hjá einum privatum virki.
Tað er ikki av líka stórum týdningi, at eitt land hevur svørt tøl á botnlinjuni á hvørjum ári, sum hjá einum virki. Búskaparliga er tað ikki eitt ófrávíkiligt krav, at fíggjarætlanin hjá landinum skal geva yvirskot á hvørjum ári.
Búskapurin hjá einum landi eigur at miða eftir at hava eina ávísa javnvág yvir fleiri ár, so ikki ov stór sveiggj eru í búskapinum. Tað er ikki óvanligt, at eitt landið ger stórar íløgur, sum alt fyri eitt ikki kasta nógv av sær, men sum frálíður hava stórar inntøkur við sær. Ein kann tí freistast at spyrja um føroyski landskassin ikki hevur ráð til eitt lítið hall á fíggjarætlanini, nú íløgutørvurin komandi ár er óvanliga stórur.
Fleiri virkir kring landið hava ilskast á avgjøldini og nýtslu skattin, sum eftir ætlan verður álagdur teimum komandi ár. Virkini hava alment givið til kennar, at tey kenna seg sum skattakrevjarar fyri landið, sum nú hevur torførari við at fáa endarnar at røkka saman. Ein loysn kundi verið at havt undirskot á fíggjarlógini, so sluppu virkini undan nýggju avgjøldunum.

Politisk raðfesting
Kristina Háfoss er limur í fíggjarnevndin í løgtinginum. Hon tekur undir við, at reint búskaparliga er einki til hindurs fyri, at landskassin hevur undirskot av og á, bara ein ávis javnvág er millum inntøkur og útreiðslur yvir eitt longri áramál. Tjóðveldistingkvinnan leggur tó dent á, at í samgonguni er ein greið politisk raðfesting, at landskassin ikki skal hava hall á fíggjarlógini.
? Vit hava sum endamál at røkka einum sjálvberandi búskapi, og tá ber ikki til at tosa um hall á fíggjarlógini. Vit hava sum er ein ríkisstuðul á 615,5 mió. kr. inni á fíggjarlógini, og harvið í veruleikanum eitt undirskot á fíggjarlógini um hesin studningur ikki kom úr útlondum. Málið má verða at fáa ein sjálvberandi føroyskan búskap óheftan av studningi uttanlands, og harvið eina fíggjarlóg óhefta av ríkisstuðli. Við okkara politisku raðfesting ber snøgt sagt ikki til, at vit vísa eina fíggjarætlan við undirskoti, har úrslitið verður, at vit mugu leggja eftir uppsparingin Eg haldi, tað er skeivt at tosað verður um møguleika fyri at hava eina fíggjarætlan við halli, bara tí búskapurin er stagneraður nakað. Hevði verið talan um veruliga búskaparliga kreppustøðu hevði støðan verið ein onnur, greiðir Kristina Háfoss frá.

Hon vísir á, at tað alt ov tíðliga at tosa um ein kreppu í føroyska búskapinum. Føroyski búskapurin er sum heild væl fyri, hóast ávísir partar av vinnulívinum eru í kreppu. Limurin í fíggjarnevndini ásannar, at ferðin á búskapinum er nógv minkað. Hon greiðir frá, at øktu íløgurnar komandi árini eru gjørdar við tí fyri eyga at halda dampinum uppi.
-Sum fíggjarligt stýringsamboð eru íløgur lættari at stýra enn raksturin. Øktu íløgurnar fyri 2004 er eitt greitt tekin um, at vit royna at halda ferðina á búskapinum uppi, sigur Kristina Háfoss.

Landsstýrið hevur eisini ætlanir um at lækka skattin á arbeiði komandi ár, og hetta átak er eisini ein roynd at halda ferðini á føroyska búskapinum uppi.

Minni rok
Undir fíggjarlógarviðgerðini í fjør vóru fleiri stríðsmál í fíggjarnevndini, bæði millum samgongu og andstøðu, og innanhýsis í samgonguni. Sambært Kristinu Háfoss verður støðan øðrvísi í ár, tí nevdin hevur verið við í fyrireikingararbeiðinum.
Samgongulimirnir í fíggjarnevndini hava verið við í allari fyrireikingini til fíggjarlógaruppskotið fyri 2004. Hetta er ikki vanlig mannagongd, men tjóðveldiskvinnan heldur, at tað er skilagott, at løgtingið eisini er umboðað undir fyrireikingunum.
Spurd, um hvørji stríðsmálini verða í fíggjarnevndarviðgerðini í ár, svarar Kristina Háfoss, at tað er ilt at meta um. ? Fíggjarlógin verður viðgjørd frá oktober til desember, og í hesi tíðini verða altíð ávísar broytingar framdar eftir ynski frá Landsstýrinum eins væl og Løgtinginum. Nýggjar inntøkumetingar fyri komandi ár verða eisini gjørdar hvønn mánað, so tað er torført vita frammanundan, sigur limurin í fíggjarnevndini.
Fíggjarnevndin fer seinni í vikuni undir at hyggja nærri at uppskotunum, ið hava verið til hoyringar í løgtingsnevndinum. Landsstýrið, peningastovnar, umboð fyri fiskivinnuna og Búskaparráðið verða síðan innkallað at gera sínar metingar um fíggjarlógina. Andstøðan í fíggjarnevndini hevur óivað eisini síni tilmæli, so tað verður nokk at tríva í hjá fíggjarnevndini í komandi dagarnar.



FAKTA:
Íløgur hjá landinum

2004: 313 mio
2003: 266
2002: 251
2001: 186
2000: 176
Kelda: Fíggjarlógaruppskotið 2004