Ein Gallup kanning, sum fakfeløgini hava umbiðið, vísir, at uppskotini um flatskattin og at skatta pensjónsinngjøldini hava ikki undirtøku millum fólkið. Hinvegin siga heili 56% av fólkinum, at tey vilja hava pensjónsútgjøld skattað, meðan einans 12% siga, at pensjónsinngjøldini skuldu verið skattað.
- Hjá teimum, sum sjálvi hava pensjónir, er mótstøðan ímóti uppskotinum um at skatta pensjónsinngjøldini uppaftur størri. 62% av teimum, sum hava pensjónir, vilja hava pensjónina skattaða við útgjald, 13% við inngjaldi, meðan 25% ikki vita.
Samtak sigur í tiðindaskrivi, at heilir 6 av 10 føroyingum soleiðis eru ímóti at broyta pensjónsskattingina, 1 av 10 er fyri, meðan 3 av 10 vita ikki.
- Viðvíkjandi flatskattinum, so fær hesin minni og minni undirtøku millum fólkið. 40% eru sera hart ímóti flata skattinum, meðan 7% taka fult undir við honum. Restin er harímillum, men munandi fleiri eru neilig enn jalig viðvíkjandi flata skattinum.
Samtak sigur, at flatskatturin hevur minni undirtøku nú enn í seinasta mánað. Eisini er vert at leggja til merkis, at tað eru fleiri sum ivast nú enn í november.
- Vit hava heitt á politiska myndugleikan um at bíða við at taka hesa stóru avgerðir, til tey vita, hvørjar avleiðingarnar verða, men hesum hevur samgongan higartil avvíst.
Fakfeløg hava eisini víst á, at tað gevur ikki meining at broyta pensjónsskattingina nú, og so aftur gera stórar broytingar á pensjónsøkinum um nakrar fáar mánaðir, tá pensjónsreformurin skal í løgtingið.