Samgongan fer illa við landi og fólki

- Forskattingin av pensjónum er størsta dáragerð í mannaminni, og vit hava fingið eina órættvísa skattaskipan, ið hevur við sær veksandi stættarmun, sigur Gunvør Balle.

Hvat hevur tú at siga um árið 2013?

 

- Persónliga og fyri míni nærmastu hevur 2013 verið eitt sera gott ár. Árið hevur ikki boðið upp á nakað sermerkt, men sum familja hava vit øll havt tað gott og hava nógv at gleðast um í gerandisdegnum.

Gunvør Balle sigur, at tá hon hugsar um Føroyar sum heild, fær hon illa sagt, at 2013 hevur verið eitt gott ár.

- Um flestu størv ber til at siga, at tað er bara eitt arbeiði. Tí skalt tú ikki lata tað fylla ov nógv, um ikki gongst so væl. Men, tá tú arbeiðir við politikki, har avgerðirnar raka inn í hvørt einasta heim hjá núverandi og komandi ættarliðum, slepst ikki undan, at tað fyllir nógv í hugaheiminum. Eg haldi veruliga, at sitandi samgonga fer so illa við hesum landinum og hesum fólkinum, at tað er beint út syrgiligt. Forskattingin av pensjónum var størsta dáragerð í mannaminni, og vit hava fingið eina órættvísa skattaskipan, ið hevur við sær vaksandi stættarmun. Nú skal annar táttur í pensjónskuppinum hurrast ígjøgnum, og vanliga fólkið fær nú enn minni høvd ella hala á sínum pensjónsviðurskiftum. Eldraøkið er eitt vandamál og ikki at forgloyma ófantaligu handfaringina av Skálafjarðatunnilsmálinum. 

Hon heldur, at tað sum heild er støðugur illgruni um óreglusemi og vantandi gjøgnumskygni sum eyðkennir arbeiðslagið, og hetta máar alt álit burtur frá tí politisku skipanini, og er ómetaliga skaðiligt fyri fólkaræði og trúnna á framburð fyri landið.

- Ongar av teimum hart tiltrongdu nýskipanunum koma í lag, hvørki av fiskivinnu, heilsu- ella fólkaskúlaskipan. Tað verður ikki løtuverk at byggja alt tað upp aftur, ið er brotið niður, tá henda samgongan vónandi skjótt leggur frá sær.

 

Hvussu heldur tú nýggjár, og keypir tú fýrverk?

 

- Vit plaga at vera trý vinapør her á Argjum, ið skiftast um at bjóða heim til døgurða og nýggjárshald. Eins og vit hava gjørt øll míni barnaár, fara vit øll oman til bálið í Sandagerði. Síðan vitja vit ofta fólk á leiðini, áðrenn vit fara heim at skjóta nýggja árið inn saman við børnunum. Sjálv leggi eg lítið í fýrverk, men maðurin og børnini plaga at keypa og skjóta eitt sindur. Hundurin er bebbaræddur av øllum skotunum og er tann, ið gleðir seg mest til nýggjárshaldið er av. 

 

Gevur tú nýggjárslyfti og hevur tú nakað nýggjársynski?

 

- Nei, eg plagi hvørki at geva ella hava nakað nýggjárslyfti sjálv. Eg hoyrdi tó um onkran, sum hevði orðað eitt gott lyfti, sum eg kundi hugsað mær, at vit øll í familjuni royndu at liva eftir í komandi árum. Tað ljóðaði stutt og greitt soleiðis: “Meir eygnakontakt og minni stikkontakt”. So, um eg havi nakað, so skal tað vera mítt lyfti og ynski.

 

Hvussu metir tú útlitini fyri 2014?

 

- Eg eri grundleggjandi bjartskygd og havi góðar vónir fyri framtíðina. Vit noyðast at trúgva upp á, at Føroyar er eitt verandi stað, eisini fyri komandi ættarlið. Eg havi stórt álit á fólkinum, sum her býr og hóast politiska vanstýring finst ein íborin uppdrift, sum alsamt skapar ein ávísan framburð.

Gunvør Balle heldur, at nýggj samgonga má sleppa fram at, so byrjast kann av nýggjum at byggja álitið aftur á okkara skipanir, og ikki minst mugu vit seta kós móti størri sjálvbjargni og einum Føroyum, har øll kenna seg væl.

- Fáa vit gagnnýtt okkara velduga náttúrutilfeingi skilabetri og forloyst ta skapanarmegi, sum býr í hesum fólkinum, so er eingin ivi um, at Føroyar kunnu gerast eitt spennandi land, ið dregur fólk at sær. Vit mugu venda rákinum og seta ferð á ta positivu ringrásina, sigur hon.