Høgni Hoydal kravdi, at Heini O. Heinesen atkvøddi fyri uppskotinum um skerjingar av fiskidøgunum á 20 prosent. Tað gjørdi hann ikki, og tí má samgongan helst metast at vera rokin Samgongan er rokin. Tað má vera niðurstøðan eftir at løgtingið klokkan tvey í dag samtykti broytingaruppskotið hjá Heina O. Heinesen og Johan Dahl um, at fiskidagarnir skulu skerjast við 10 prosentum ? og altso ikki 20 prosent, sum annars varð samtykt til 2. viðgerð mikudagin.
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi gjørdi á tingsins røðarapalli í morgun greitt, at atkvøddi Heini O. Heinesen ikki fyri eini skerjing á 20 prosent, so tók Tjóðveldi seg úr samgongusamstarvinum. Jóannes Eidesgaard stuðlaði útsagnum Høgna Hoydals um, at ein skerjing av fiskidøgunum á 20 prosent var grundarlagið undir samgongusamstarvinum.
Hóast ongar almennar útmeldingar eru komnar enn, um framtíðina hjá samgonguni, kunnu útsagnirnar hjá Høgna Hoydal og Jóannesi Eidesgaard illa tulkast sum annað enn, at samgongugrundarlagið er burtur.