Samgongan er dumpað og hevur sett landið í undantaksstøðu

Ein samlað andstøða á tingi tekur sterka frástøðu frá tí politiska óskili, sum valdar í landinum. Andstøðan mótmælir staðiliga, at samgongan hevur hildið alt samfelagið fyri gjøldur og nú blakar ábyrgdina frá sær í eini so álvarsligari støðu:

Ikki bert eru øll politisk mál og mið sett til viks, reformar sleptir – og fíggjar- og búskaparpolitikkurin umskapaður til ein høvil, sum í evstu løtu verður drigin eftir fíggjarlógini.

Samstundis eru allar demokratiskar mannagongdir settir til viks, og møguleikarnir hjá andstøðuni og borgarunum í samfelagnum annars at viðgera og ávirka avgerðirnar, burturtiknar.

Í eitt samfult ár hava landsstýrið og samgongan boðað frá sonevndum “pakkum”, ið hava verið nevndir “kreppupakki”, “vakstrarpakki”, “bygnaðarpakki” og at enda “ólavsøkupakki”. Dag um dag, hava løgmaður og landsstýrisfólk billað fólki inn, at:

reformar skuldu gerast,
øktar íløgur fremjast í niðurgangsstíðum,
samtyktir karmar haldast,
og at alt skuldi verða “størstu broytingar í 20 ár ella í heimssøguni”.

Andstøðan hevur støðugt víst á, at talan var um tómar pakkar og royndir at villleiða almenningin. Og nú stendur øllum greitt, at onki hevur hildið av tí, sum landsstýrið og samgongan hava fráboðað: Løgtingssamtyktir verða ikki hildnar, broytingarlógir ikki framdar, íløgurnar minkaðar munandi – og í seinastu løtu verður bert hølvað burturav á øllum økjum uttan nakað politiskt mál og mið, sum fer at leggja byrðarnar á veikastu samfelagsbólkarnar. Hóast nú í evstu løtu verður skotið upp at flyta 124 mió. krónur frá íløgum til rakstur, er samtyktin um ólavsøkupakkan ikki hildin. Hetta er sostatt eisini brot á lógina um játtanarskipan.

Búskaparpolitikkurin og fíggjarlógin hevur onga viðgerð fingið á tingi, meðan samgongufólk hava nýtt alla politisku orkuna at spæla andstøðupolitikarar í fjølmiðlunum.

Nú leggur landsstýrið so eina heilt nýggja fíggjarlóg fram í evstu løtu, og ætlar at skrumbla bæði hesa nýggju fíggjarlóg og eina røð av øðrum uppskotum ígjøgnum uppá tveir til tríggjar dagar. Andstøðan og borgarar í samfelagnum annars hava ongan møguleika at viðgera uppskotini – og allar tær mannagongdir í stýrisskipan og tingskipan, sum skulu tryggja eina demokratiska og sakliga viðgerð av øllum málum og avgerðum, verða settar úr gildi.

Sostatt hevur samgongan spilt eitt heilt politiskt arbeiðsár burtur í mest avbjóðandi tíðum. Hon er dyggiliga dumpað og hevur sett landið í undantaksstøðu. Vit mæla staðiliga til, at samgongan leggur frá sær, og at flokkarnir verða settir frælsir at samráðast um at skipa eina bjargingarstjórn.

Á løgtingi, 17. desember 2009

Vegna Tjóðveldi, Høgni Hoydal
Vegna Miðflokkin, Jenis av Rana
Vegna Sjálvstýrisflokkin, Kári P. Højgaard